Tá børn koma til verðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsi letur Føroya Sparikassi foreldur teimum ein gávukekk til at stova eina konto. Við í hesi vøggugávu hevur eisini verið ein bók, og framyvir fáa foreldrini eisini eina fløgu til gávus.
Tað er ein nýggj fløga við tveimum barnasangum, sum Føroya Sparikassi nú fer at lata foreldrunum.
Beinta Zachariassen stendur fyri fløguni, og afturat sær hevur hon haft bæði føroyskar og danskar tónleikarar. Sangirnir eru upptiknir í Århus.
Yrkingina til sangin Lítla barn hevur Annfinnur Zachariassen gjørt, og lagið hevur Maria Guttesen gjørt. Maria Guttesen hevur eisini skrivað lagið til sangin Mítt barn, sum Jóhanna Christoffersen hevur gjørt yrkingina til.
Beinta Zachariassen syngur sangirnar, og saman við henni syngja eisini børnini Elinbjørg Ólavsdóttir Rasmussen og Bárður Rúnason.