Foreldur fingu klipp í koyrikortið

Tá løgreglan í gjáramorgunin kannaði bilar við skúlan á Giljanesi

 

Tá løgreglan í gjár kannaði bilar við skúlan á Giljanesi vóru fleiri bilførarar, ið ikki hildu trygdarreglurnar. Fýra bilførarar vórðu skrivaðir fyri brot á ferðslulógina, og ein drongur var tikin á knallert, sum var ov ungur at koyra knallert.

Ein bilførari koyrdi uttan trygdarsela. Eitt barn sat ikki í trygdarsela, og eitt barn, sum var ov lítið at sita í vanligum trygdarsela, tí tað skuldi havt eina pútu undir. Øll hesi brot geva klipp í koyrikortið.

Ein bilførari var eisini tikin í Sundalagnum millum Kollafjørð og Hósvík, sum koyrdi 114 km um tíman. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum, og viðkomandi má upp til nýggja koyriroynd.