FÓLKASKÚLIN
Foreldur at børnum í Leirvíkar skúla vilja ikki lata sær lynda, at teirra børn ikki fáa nøktandi skúlagongd. Tey góðtaka ikki, at teirra børn fáa so vánaligar innlæringarmøguleikar í mun til onnur børn í landinum. Gjáramorgunin vórðu skriv og undirskriftir frá 31 foreldrum handað Fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, har foreldur vísa á ótolandi støðuna.
Trupulleikin í skúlanum í Leirvík eins og á øðrum skúlum við er ov fáir tímar til skúlan. Hóast lærarar og leiðsla á skúlanum hava roynt at fingið fleiri tímar, hevur hetta ikki eydnast. Næmingartalið, sum í ár liggur um 88, hevur gjørt, at flokkar hava verið lagdir saman í fleiri ár.
- Stór misnøgd hevur verið um hetta ímillum foreldur, tí at børnini líða undir slíkum samanleggingum. Tey fáa bert intensiva frálæru helvtina av tímanum, meðan hina helvtina av tímanum mugu teir arbeiða sjálvstøðugt. Hvussu torført tað er hjá so smáum børnum at arbeiða sjálvstøðugt, meðan hin parturin fær okkurt slag av frálæru, t.d. av talvuni, kunnu vit bert ímynda okkum um, sigur foreldrini í skrivinum.
Í nýggja tímabýtislyklinum, sum Mentamálaráðið hevur gjørt at seta í gildi frá komandi skúlaári, er eingin viðbót til samanlagdar flokkar við tveimum árgangum. Hetta kann lýsast soleiðis, at ein 1. flokkur, ið er árgangsbýttur, fær 5 tímar eyka sambært nýggja býtinum, meðan ein 1. flokkur í Leirvík, sum er lagdur saman við 2. flokki og næmingatalið verður 24, ongar tímar fær eyka.
- Sostatt er ein samansettur flokkur við hvør sínum pensumi verri fyri enn ein árgangsbýttur. Sjálvandi eigur tann samanlagdi flokkurin at fáa fleiri tímar enn tann árgangsbýtti, men í veruleikanum fær hann minni, siga foreldrini.
Í sama býtislykli stendur, at ein miðalbólkastødd er 12 næmingar í handverki og list. Foreldrini í Leirvík spyrja, hvussu Mentamálaráðið kann loyva samanlegging av tveimum árgangum, har næmingatalið er 24, uttan at hesin fær kompensasjón til høvuðslærugreinirnar, tá ið 12 verður mett at vera ein miðalbólkastødd.
Foreldrini vísa á, at aðrir skúlar í landinum eru so hepnir at fáa gott 30 næmingar inn árliga. Tá kunnu hesi fara í tveir flokkar, uttan at noyðast út í samanleggingar, sum skúlar á stødd við skúlan í Leirvík eru noyddir til. Sum skilst skulu 3. og 4. flokkur leggjast saman komandi skúlaár, so næmingatalið verður 24 tilsamans, eins og í ár. Sama ger seg galdandi fyri 1. og 2. flokk.
- Býtislykilin gevur onga kompensasjón av nøkrum slagi.
Kravið frá foreldrum í Leirvík eru fleiri tímar til skúlar og at fleiri lærarar verða settir inn. Skúlastýrið í skúlanum hevur fingið áheitanina um at arbeiða fyri, at næmingarnir í Leirvík fáa fleiri tímar. Ígjár var fundur ímillum skúlastýrið og Mentamálaráðið.