Forelskað í Eivør

Í dag byrjar altjóða oljuráðstevnan ONS, har Eivør Pálsdóttir skal syngja

Men hví júst Eivør? Åse Tendernes er ONS-festivalsstjóri, og hon hevur staðið fyri at fáa Eivør Pálsdóttir til Noregs.
 - Vit hava jú fleir góðar vinir í Føroyum, og vit hava hoyrt fleiri av hennara løgum, og vit eru vorðin púra vekk í henni. Forelskaði. Vit gleða okkum sera nógv til at møta henni, sigur Åse Tendernes.
Festivalsstjórin sigur, at tey eru fegin um at hava føroyingar á ONS, har Eivør Pálsdóttir skal syngja fyri kongi og drotning. Eivør skal eisini syngja til endaseancuna, sum er eitt sera stórt tiltak sambært Åse Tendernes.
 - Norðmenn hava hoyrt um Eivør, og eg trúgvi, at fleiri norðmenn fara at tekkjast tiltakinum, júst tí Eivør skal syngja. Hon er jú so ung, og tað hava vit raðfest hesuferð, nevniliga ung talentir, sum hava framtíðina fyri sær, sigur Åse Tendernes.
 
--
 
Myndatekstur:
 
Eivør Pálsdóttir skal syngja á altjóða oljuráðstevnu