Forfylging

Enn einaferð eydnaðist tað Birgir Sondum at oyðileggja ein 1. deildar dyst, hetta hendi sunnudagin í Runavík.

Sami dómari hevur nú í trimum teimum síðstu dystunum sent heili fimm KÍ leikarar av vøllinum við reyða kortinum, har hann hevur dømt ímóti KÍ, og ein hevur næstan ikki tal á gulum kortum, sum hesin sami dómari hevur givið sama felag. Einasta ein kann siga um hendan mannin er, at hann miðvíst forfylgir KÍ og átti hetta at fingið fylgir fyri viðkomandi.

Í Runavík var undirritaði og hugdi. Fyrsta kortið kom longu tá ið 9 min. vóru leiktir, bólturin kom í lærið hjá Arnoldi Joensen og dømdi Birgir Fríspark til NSí, Arnold sparkar bóltin til NSÍ, men bleiv revsaður við gula kortinum. Løtu seinni gjørdi ein KÍari eitt grovt fríospart, har hesin við knoppinum fremst rakti beinið á einum NSÍara, hesin bleiv liggjandi, men KÍ-arin bleiv ikki revsaður og ikki ein gang bleiv fríspark dømt (løgið).

Í seinna hálvleiki, beint tá ið GÍ hevði javnað í Gøtu, og áskoðarnir róptu út á vøllin í Runavík at nú var 1-1 í Gøtu, bleiv Zoran útvístur, hetta hendi á miðjum vølli, bólturin sprakk upp í hondina hjá Zoran og bólturin endaði hjá einum NSÍara, men Birgir Sondum gav Zoran reyða kortið, heilt ófatuligt. Løtu seinni segði liðformaðurin Harley Bertholdsen við dómaran, at linjuverjin hevði flaggið uppi, og at nú mátti hann fáa tamarhald á dystinum, men tað skuldi hann ikki sagt, tí hann bleiv revsaður beinanvegin við gula kortinum. Nú gingu 10 min. og Harley fór í eina takling í vinstru síðu, har ein NSÍari ætlaði sær ígjøgnum, bólturin lá ímillum og NSÍarin var um at fara um koll, men hendingin førdi við sær, at Harley fekk reyða kortið og mátti út. Nú vóru KÍarnir bara níggju mans og dysturin var oyðilagdur av einum dómara, sum als ikki er sína uppgávu vaksin. Sera spell, at ein dómari skal kunna vera so partískur og ferð aftaná ferð oyðileggja dystir, har hann miðvíst leggur eftir KÍ. Teir KÍ-arar, ið hava fingið reyða kortið frá honum í teimum trimum dystunum eru: Símun Høgnesen, Jan Joensen, Kurt Mørkøre, Zoran og Harley Bertholdsen. Onki løgið er í tí, at áskoðarar og leikarar eru í øðini inn á dómaran, men mín áheitan til áskoðarnar og leikarar er, at ikki geva Birgir Sondum møguleika at gera skaðan enn størri, tí tað er tað hann er úti eftir. KÍ skuldi sent kæru inn til Fótbóltssambandið, tí tað kann ikki vera rætt, at ein dómari skal við miðvísari viðferð leggja eftir KÍ dyst aftaná dyst.


Símun á Høvdanum


P. S. Annars hevði Birgir Sondum úttalað seg til KÍ-leikarnar næstseinasta sunnudag, tá ið KÍ leikti ímóti TB, at vit síggjast um eina viku og »tá skulu tit fáa at síggja«. Hetta játtaðu KÍ-leikarnir eftir dystin, tá ið undrritaði tosaði við teir umborð á Dúgvuni. Hvat er meiningin, er tað so galið, at ein dómari skal hótta leikarnar áðrenn dystir, ella hvat vil Birgir Sondum við hasum orðunum? tí sjón er fyri søgn, at hann fekk tveir KÍ-leikarar útvístar í Runavík og gav hann KÍ fleiri gul kort afturat. Heilt ófatuligt, tí eftir mínari meining, átti Birgir Sondum ikki at sloppið at dømt dystir hjá KÍ í framtíðini, tí hann er partískur. Tað kann ikki vera rætt, at fimm ymiskir KÍ-leikarar skulu rekast av vølli í trimum teimum síðstu dystunum, sum Birgir Sondum hevur dømt ímóti KÍ, men rætt skal vera rætt, av teimum fimm kortunum var eitt reytt komið í ordan, men øll hini kortini hava ikki verið røtt.