Forkvinnan ikki ónøgd við mannagongdina

Vit hava onki við íløgurnar at gera, sigur Hervør Guttesen, forkvinna í umboðsráðnum hjá tryggingini

Tryggingin

? Tað er ongin orsøk til at kalla umboðsráðið saman at viðgera íløgurnar, sum Tryggingin nú um jólini hevur gjørt í ferðavinnuna í Føroyum.
Tað heldur Hervør Guttesen, forkvinna í umboðsráðnum.
Seinastu dagarnar er annars komið fram í Utvarpinum, at umboðsráðslimir í tryggingini eru misnøgdir við, at Tryggingin seinastu dagarnar hevur gjørt íløgur fyri yvir 70 milliónir í ferðavinnuna í Føroyum,
Fyrst setti Tryggingin 10 milliónir afturat í partapeningi í Smyril Line og síðani keypti tryggingin Hotel Føroyar fyri 63 milliónir.
Hetta hevur fingið Schandorff Vang umboðsráðslim at tala at.
Í brævi til umboðsráðslimir í tryggingini sigur hann, at hann kann ikki góðtaka, at so stórar íløgur verða gjørdar, uttan at umboðsráðið er spurt.
Men hesum er Hervør Guttesen heilt ósamd í.
Hon sigur, at hetta er ikki eitt mál, sum umboðsráðið kann gera nakað sum helst við.
Umboðsráðið skal samankallast tvær ferðir um árið at góðkenna roknskapir og annað. Samstundis verða tey mál viðgjørd, sum eru løgd fyri Umboðsráðið. Taðer eisini umboðsráðið, sum velur seks limir í nevndina fyri Tryggingina.
? Vanliga virksemið hjá Tryggingini hevur umboðsráðið onki við at gera, heldur ikki tær íløgur, tryggingin ger. Nevndin er sett at stjórna tryggingini og er umboðsráðið misnøgt við nevndina, kann nevndin siga hana frá.
Sjálv er Hervør Guttesen ikki misnøgd við mannagongdina, nú Tryggingin hevur sett pening í Smyril Line og hevur keypt Hotel Føroyar.
Og sjálv fer hon heldur ikki at leggja upp til at nøkur stig verða tikin í hesum máli.