Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið tvær nýggjar bøkur út. Páll á Lakjuni í Fuglafirði hevur týtt bøkurnar "Náði yvir náði" og "Tað besta, ið finst" til føroyskt. Bókin "Náði yvir náði" er skrivað av Poul Madsen. Hon er skrivað eftir bíbliutímum, um høvuðstættirnar í Johannesar evangelium, sum hann helt í Keypmannahavn á vári 1952. Upprunaheitið á bókini er: "Nåde over nåde" Poul Madsen varð føddur 21. januar 1916 í Keypmannahavn og er so statt 87 ára gamal í dag. Sum blaðungur drongur kom hann at kenna Jesus sum sín persónliga frelsara. Hann las til løgfrøðing og arbeiddi í Innanríkisráðnum í umleið 10 ár. Hann fór sum heilt ungur at læra úr orði Guds. Í 1950 kendi hann kall frá Gudi at gevast við sínum lønandi arbeiði og at nýta tíð sína burturav í verki Harrans. Síðan hevur hann virkað sum bíbliulærari og ferðast nógv í Danmark og øðrum londum og lært í skriftunum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið í Føroyum. Hóast sín høga aldur er hann støðugt virkin og ferðast framvegis nógv í Danmark og eisini til onnur lond. Poul Madsen fæst eisini nógv við at skriva. Hann hevur m.a. síðani 1947 verið blaðstjóri á mánaðarblaðnum "Mod Målet", sum er komið út í 63 ár.
Tað besta, ið finst
Hin bókin, "Tað besta, ið finst", er ein hugtakandi barnabók. Hon er um tvær systrar og mammu teirra, ið var einkja. Vit lesa um gerandisdag teirra bæði heima og í skúla, frá gleði og sorg, freistingum og sigrum. Samstundis sum hon viðger álvarsom evni, er hon ein spennandi barnabók, sum fangar lesaran. Bókin er ikki bert skrivað til undirhalds, men eisini til at vísa børnum og ungum vegin til eitt sigrandi lív og tað dýrabara virði í at hava eina góða samvitsku. Bókin er skrivað av Trolli Neutzsky Wulff, fødd Jørgensen. Hon er ættað úr Danmark og borin í heim í 1908. Nógvar bøkur eru komnar frá hennara hond, og hon hevur havt serstøk evni at skriva bøkur til børn og ung. Hon hevur dugað serstakliga væl at lýst stríð og vandamál teirra og ein veg út úr teimum. Bókin kom út á Filadelfiaforlaget í Oslo í 1949. Upprunaheitið á bókini er: Det beste i verden. Effzett í Gøtu hevur umbrotið og lagað bøkurnar til prentingar. BookPartner A/S í Danmark hava prentað og innbundið. Bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum kring landið.