Forlagið Varðin vil fegið hava rættingar

Rættingar, takk! Soleiðis skriv­ar forlagið Varðin, sum feg­ið tekur ímóti rætt­ing­um til kirkju­bøkurnar

 

Fyri at hjálpa teimum, sum áhuga hava fyri tí, sum prestar hava skrivað í kirkju­bøkur síðan 1687, fór Varð­in í 2020 at geva út prent­aði avrit av kirkju­bók­u­num til 1892. 19. juli í ár kom Sand­oyar kirkjubók, og har­við eru allar fyri Norð­oyggj­ar, Eysturoy, Vágar, Norð­strey­moy og Suðuroy tøk­ar. Eftir er tann seinna  fyri Suð­ur­streym­oy 1852-92, sum er væl ávegis. Tann fyrra fyri hetta prestagjald tók við tað sum hendi her 1757-1852. Tilsamans eru út­komn­ar 5.500 síður.

 

Ritstjóri er Johan G. Mikk­el­sen, sum hevur ans­að eftir at skriva hvønn bókstav og hvørt tal eins og tað stendur í upp­runa­hand­rit­u­num. Endamálið við út­gávuni er at vit og kom­andi ættarlið hava eina prent­aða bók har við nú­tíð­arskrift stendur ná­grein­i­liga tað sum prestarnir hava skrivað fyri fleiri hundr­að árum síðani. Á henda hátt sleppa vit frá at fara á landsskjalasavnið at hand­fara tey broysknu hand­rit­ini ella leita á tí ofta fløkj­a­sliga netinum fyri at finna tað, sum áhugi er fyri.

 

Men einki mannaverk er lýta­leyst. Tá vit hava havt fram­løgur hava vit inniliga heitt á lesarar okkara at geva okkum fráboðanir um nak­að tykist vera komið skeivt fyri. So kunnu vit kekka og siga øðrum frá.

 

Hetta ber til við at fara inn á history.fo har Lands­skjal­a­savn­ið hev­ur lagt avrit av øllum kirkju­bóku­num. Tann sum hevur tær prent­að­u bøkurnar kann síggja í teimum hvar skal leit­ast.

 

Vón okkara er, at lesarar av teim­um fyrstu átta bindu­num gera vart við seg so­leiðis at vit kunnu seta ein rættingarlista í tað níggj­unda og síðsta bind­ið í hesi ritrøð. Tá ber til hjá øllum at skriva rætt­ing­ar inn við hond har nakað er at viðmerkja. Vit hava tíbetur fingið nakrar frá­boðanir, og okkara vón er, at fleiri gera vart við seg. Tað økir um tann týdning, henda verkætlan fer at fáa fyri okkum øll.

 

Vit skulu tí heita á øll tykk­um sum vilja hjálpa um at senda teldubræv við rætt­ingum til:

 

kirkjubok@mentanarrit.fo

 

fyri mánadagin 16. oktober 2023.

 

Varðin