Við tveimum málum var Diego Forlan høvðusorsøkin til, at Fulham ævintýrið ikki fekk eina ?Happy Ending?.
Atletico Madrid er Europa League vinnari 2010. Tað er staðfestingin eftir at teir í kvøld vunnu finaluna ímóti Fulham 2-1 eftir longda leiktíð. Diego Forlan legði Alt. Madrid á odda eftir ein hálvan tíma. Sergio ?Kun? Aguero royndi seg við skoti, sum Diego Forlan avrætti í mál. Løtu seinni flúktaði Simon Davies Fulham inn aftur í finaluna.
Eftir málið hevði Fulham kanska sína bestu løtu í dystinum, men tað eydnaðist teimum ikki at skora eitt aftrat. Einki mál kom í seinna hálvleiki, so farið var til longda leiktíð. Tá tað manglaðu bara fimm minuttir, skoraði Atl. Madrid avgerandi málið. Aguero legði bóltin innfyri og Forlan var fyrstur á og skoraði sítt næsta mál.
- Teirra áleyparar vóru góðir allan dystin og tað mugu vit rósa teimum fyri. Vit spældu ein góðan dystin og góvu teimum góða mótstøðu alla finaluna, segði Roy Hodgson, venjari hjá Fulham, eftir dystin.
Hetta var tað 19. dysturin hjá Fulham í Europa League í ár. Fulham hevur vunnið á millum annað AS Roma, Juventus, Hamburg og Wolfsburg.
- Eg kundi ikki verið meira stoltur av leikarunum hetta kappingarárið. Vit hava kempað ímóti oddsinum alt kappingarárið og avrikað betri enn nakrar hevði torað at droymt um. Sjálvandi kanst tú ikki vera glaður eftir eitt tap, men eg havi ikki eitt ringt orð at siga um mínar menn, segði Roy Hodgson eftir finaluna, sum var leikt í Hamburg.
Fulham ? Atl. Madrid(1-1) 1-2 Eftir longda leiktíð
0-1 Diego Forlan (32)
1-1 Simon Davies (37)
1-2 Diego Forlan (115)