TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við liðskiparan hjá B68, André Olsen aftaná 1-1 javnleikin hjá B68 ímóti TB á Svangaskarði í dag. Ein javnleikur, sum var bjargaður heim í evstu løtu, tí fá sekund aftaná Hákun Edmundsson hevði javnað til 1-1 bríkslaði dómarin dystin av.
André Olsen staðfestir, at tað var var ein veruliga stóru forloysingur hjá B68, tí allan seinna hálvleik høvdu hann og liðfelagarnir lagt eitt stórt trýst á TB uttan, at tað hevði givið nakað úrslit, men beint undan seinasta bríksli brast fyri nev hjá toftamonnum.
Toftamenn eru ósigraðir aftaná tveir dystir í effodeildini við tveimum javnleikum, og André Olsen heldur tað avgjørt nakað teir kunnu byggja á, og vónin fyri úrtøku ímóti B36 komandi sunnudag er góð.
André Olsen gleðist eisini um tilgongdina av Hákuni Edmundssyni, sum hevur sligið til, og hevur skorað bæði málini hjá B68 í effodeildini higartil.