Forloysing

Sum áleypari er sjálvsálitið av avgerandi týdningi, og tá hann í fjør fekk handað gylta skógvin, staðfesti Sonni L. Petersen eisini, at kanska júst hetta hevði verið týdningarmesta orsøkin til málini.
Í ár hevur tó einki vilja borið til. Sjúka og skaðar hava darvað venjingunum í uppstartinum, og tí hevur spælitíðin verið avmarkað. Á máltalvuni hevur verið púrasta turt, men í áttanda umfarinum eydnaðist altso at fáa hol á.
- Sorin gjørdist púra leysur av verjuni. Hann rak ímóti málverjanum, og tá hesin kom ímóti, so fekk eg prikað bóltin í málið, greiðir Sonni sjálvir frá.
Hvussu kendist tað at skora aftur?
- Heilt fantastiskt. Og tað er ikki bara eg, sum havi bíðað eftir einum máli. Bæði spælararnir og trúgvu áskoðarar okkara hava alla tíðina vóna, at tað skuldi bera til hjá okkum. Vit hava jú spælt ov nógv javnt og vunnið ov lítið, men vónandi var hetta tað, sum skal til fyri at venda gongdini, segði fegni málskjúttin at enda.