Formaðurin eigur 40 akvarium

Stigtakarin og formaðurin í Føroya Akvariumfelag er Gunnar Lützen. Hann er eldsálin, sum roynir at fáa fólk at vísa meira áhuga fyri akvariumfiskum.

- Í 1994 byrjaði eg at spæla við tankan um at stovna eitt akvariumfelag. Eg spurdi meg so fyri hjá øðrum, ið eisini eiga akvarium, og tað endaði so við, at vit stovnaðu felag í 1997, sigur Gunnar.

 

Gunnar hevur átt akvarium í samfull 44 ár, heilt síðan hann var 2 ára gamal.

 

- Áhugin er bara voksin við árunum. Í dag eigi eg áleið 40 akvarium, og tey eru alt frá 160 til 2,5 litrar.

 

Um nakar skuldi ivast, so hevur Gunnar øll akvariumini inni hjá sær sjálvum.

 

- Eg havi eitt sokallað akvariumrúm, har øll standa í hillasystem. Alt í alt havi eg 53 sløg av fiskum og einar 250 fiskar, sigur Gunnar, ið tó ikki er heilt vísur, tí hann hevur ikki talt teir í longri tíð.

 

Hví er neyðugt at hava so mong akvarium í staðin fyri eitt stórt?

 

- Tað er tí, at ikki allir fiskar kunnu liva saman. Onkrir verða aggresivir, meðan aðrir para seg skeivt, sigur Gunnar avgjørdur.

 

Tað eru fleiri enn ein orsøk, at Gunnar tímir at fáast við akvariumfiskar.

 

- Fyri tað fyrsta er tað eitt ógvuliga vakurt møbulstykki, um tað verður hildið. Haraftrat er tað avslappandi at eygleiða. Eg kenni onkran, ið hevur sítt akvarium standandi við síðuna av sjónvarpinum, og tey hyggja líka nógv í akvariumið sum í sjónvarpið. Sjálvandi er tað so eisini sporturin í at savna og at fáa fiskar at parast, sigur Gunnar at enda.