Formaðurin í Bústøðum er farin frá

Bústaðir hava fingið nýggja forkvinnu ístaðin fyri formann

Formaður í stýrinum fyri Bústøðum, Regin Hammer, er nú farin frá. Bústaðir boða frá í morgun, at Stýrið hevur einmælt samtykt at skipa seg av nýggjum. Tað merkir, at Regin Hammer er farin frá sum formaður og Anna Maria Joensen verður nýggj forkvinna.

 

– Stýrið harmast ófriðin, sum hevur verið í og kring Bústaðir seinastu tíðina. Stýrið hevur viðgjørt støðuna og er samt um at leggja ósemjur til viks og at líta frameftir, siga Bústaðir í einum tíðindaskrivi í morgun.

 

Stýrið fer nú at hugsavna seg um ta týðandi uppgávu, sum Bústaðir hava í føroyska samfelagnum.