Formansrundan

Mortan Thomsen, ÍF

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Tað haldi eg ikki. Sjálvur havi eg so ikki upplivað, at nøkur kæra hevur verið í so máta.

Hevur ÍF nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Ikki beinleiðis viðvíkjandi rasismu. Men viðtøkurnar hjá okkum staðfesta millum annað, at farast skal fram í røttum ítróttaranda. Og kemur rasisma fyri, er hetta avgjørt ikki í tí andanum.

Hvat hendir, um spælarar ella onnur forbróta seg á tær viðtøkurnar, sum millum annað umfata góðan ítróttaranda?
- Mær vitandi, so hava vit ikki havt nakað mál, har slíkt hevur verið til viðgerðar. Og mær vitandi hava vit ongar ítøkiligar reglur í so máta. Men vit sóu í hondbóltskappingini fyri hálvum triða ári síðani, at VÍF gav egnum spælara drúgt leikbann, og tað er ein revsing, sum eg kann ímynda mær kundi komið upp á tal.

---

Hans Jákup Andreasen, Skála

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Ikki tað, sum eg veit, og tí gjørdist eg eitt sindur bilsin, tá eg las greinina í Sosialinum.

Hevur Skála nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Nei tað hava vit ikki. Tað skal tó sigast, at vit í løtuni eru í ferð við at dagføra reglugerðirnar í felagnum. Og tá er ikki óhugsandi, at hetta eisini verður ein partur av hesum.

- Av tí sama hava vit í dag ongar reglugerðir, sum fyriskriva, hvussu farast skal fram, um eitt nú rasisma kemur fyri seg við ella á vøllinum. Men vit høvdu eitt dømi, har ein dómari kendi seg sera illa viðfarnan av einum bólki av áskoðarum. Ta ferðina fingu vit fatur á viðkomandi áskoðarum, og eg haldi, at tað loysti trupulleikan.

---

Janus Rasmussen, GÍ

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?

- Rasismu vil eg ikki siga, at eg kenni til. Hinvegin er púra vanligt, at spælarar koyra á hvønn annan undir dystum, og í so máta vil eg siga: Eingin nevndur  eingin gloymdur. Tað er jú ikki bara ein dansur á rósum, tá spælt verður á vøllinum. Men beinleiðis rasismu haldi eg meg ikki kenna til.

Hevur GÍ nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Ikki ítøkiliga, men vit hava jú reglur um, at farast skal fram í góðum ítróttaranda og ítróttini at frama.

Hvat hendir, um spælarar ella onnur forbróta seg á tær viðtøkurnar, sum millum annað umfata góðan ítróttaranda?
- Sum sagt, so hava vit ikki nakað ítøkiligt dømi. Men vit seta krav um, at øll okkara ítróttarfólk skulu bera seg at sambært hesum reglum. Og er talan um ein ítøkiligan trupulleiki, so vildi hesin sjálvandi verið tikin upp.

---

Andrias Lamhauge, NSÍ

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Í fjør høvdu vit Ike Ikechukwu á liðnum, og tað kom meira enn so fyri, at hann segði seg vera offur fyri slíkum atburði. Hvussu støðan hevur verið hjá mótstøðuliðum okkara í so máta fái eg illa svarað fyri, tí tað eru jú fyrst og fremst tínar egnu spælarar, sum tú hevur samband við.

Hevur NSÍ nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Vit eru jú undir teimum reglum, sum eru galdandi fyri ÍSF og FSF, og har verður hesin trupulleikin tikin í stórum álvara. Og tað verður hann sjálvandi eisini hjá okkum.

Hvørji ráð eru at taka, tá felag upplivir, at somu reglur verða brotnar?
- Eitt amboð, sum vit nú hava fingið, er í øllum førum formansfundirnir. Hesir eru eitt gott høvi at varpa ljós á júst slíkar trupulleikar, og nú fundirnir verða hildnir javnan, er tað eisini lættari hjá okkum at fáa mál sum hetta fram. Og so haldi eg annars, at feløgini eiga at taka í egnan barm. At tað verður sagt við bæði spælarar, leiðarar og áskoðarar, at slíkt ikki verður góðtikið.

---

Sjúrður Norðbúð, B36

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Ja, vit hava fleiri ferðir upplivað, at tað hevur verið vent móti okkara spælarum. Bæði í vaksnum og yngru deildum. Og vit hava eisini frá spælarum fingið at vita, at teir hava verið offur fyri rasistiskum atburði. So á tann hátt er Alex ikki tann fyrsti spælarin, sum ger vart við hetta.

Hevur B36 nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Nei, men vit fylgja jú teimum reglum, sum eru innan UEFA og FIFA. Og her umfata eitt nú Fair-Play reglurnar eisini orðingar, sum taka atlit til rasismu.

Hvørji ráð eru at taka, tá felag upplivir, at somu reglur verða brotnar?
- Eg trúgvi, at einasti mátin er, at feløgini sjálvi taka tað upp  og tá meini eg veruliga taka tað til viðgerð. FSF kann sjálvandi gera nógv, men tað nyttar einki, um feløgini ikki taka felags tak um hetta. Ikki minst innan ungdómin. Eitt nú er vanligt, at foreldur savnast kring kappingarbyrjan og um dystir annars, og tað vildi verið eitt gott stað at varpa ljós á trupulleikan. Og tað sama haldi eg, at skúlarnir eisini skuldu gjørt.
- Samstundis haldi eg eisini, at FSF skal melda greitt út, hvør leikluturin hjá dómarunum er í hesum.. Vit hava jú dømi um, at menn verða tveittir út, tí teir kalla dómaran fyri eina klovn, men hetta er í mínum hugaheimi nakað, sum fer langt út um øll mørk.

---

Finn Ludvig, HB

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Eg veit ikki, hvussu ítøkiliga eg kann svara. Men tað hoyrist jú av og á, at summir spælarar nýta tað sum eitt amboð fyri at øsa mótstøðumenn. So tað er eingin loyna, at tað fer fram, men aloftast verður tað tagt burtur. Og í yngru deildunum hava vit eisini havt mál, har spælarar hjá okkum, sum eru ættleiddir, hava verið fyri rasistiskum ágangi.

Hevur HB nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Ikki itøkiliga um rasismu, men hetta er brot á allar reglur um góðan ítróttarsið.

Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, tá slíkt kemur fyri?
- Tað er sjálvandi at sláa hart niður á slíkar hendingar. Stendur til dømis onkur av áskoðarum og rópar niðursetandi móti spælarum á slíkan hátt, so verður tað avgjørt ikki góðtikið, og tað hava vit eisini havt okkara dømi um. Og vit hava eisini dømi um, at spælarar í yngru deildunum eru koyrdir út av slíkum orsøkum. So tað er avgjørt ein trupulleiki, sum verður tikin í álvara.

---

Rólant Højsted, EB/Streymur

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Mær vitandi er hetta ikki nakað, sum vit hava upplivað í EB/Streymi. Sjálvandi havi eg verið vitni til, at spælarar hava skeldast á vøllinum, men tað hevur so ikki verið húðarliturin, sum hevur verið orsøk til hetta..

Hevur EB/Streymur nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Tað er ikki positivt nevnt í viðtøkunum, men vit hava sagt púrasta greitt, at tað er nakað, sum vit taka kraftiga frástøðu frá.

Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, tá slíkt kemur fyri?
- Tað er so avgjørt nakað, sum verður átalað upp á tað harðasta, um so er. T

---

Torleif Sigurðsson, KÍ

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Tað eri ikki vitandi um. Í øllum førum havi eg ikki verið vitni til slíkan atburð sjálvur

Hevur KÍ nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Tað meini eg ikki, at vit hava. Men tað er væl nakað, sum kemur undir tær reglur um góðan ítróttarsið, sum vit hava.

Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri?
- Tað er so avgjørt ikki nakað, sum verður góðtikið. Enn hava vit so ikki havt nakað ítøkiligt mál, men tað vildu vit roynt at steðga alt fyri eitt. Tað er jú skjótt, at vit arva ymiskar ónollur til føroyskan fótbólt, og tí er hetta ein trupulleiki, sum vit eiga at vera varug við.

---

Niclas Davidsen, B68

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Ikki beinleiðis. Av og á falla sjálvandi keðiligar viðmerkingar á vøllinum, men mær vitandi hevur talan ikki verið um nakra miðvísa gerð móti nøkrum spælara í so máta.

Hevur B68 nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Vit hava einki, sum staðfestir, at vit ikki skulu verea rasistiskir, men hinvegin haldi eg, at hetta sorterar undir vanligan fólkasið.

Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri?
- Sjálvandi vildi tað ikki verið góðtikið. Og fyrst og fremst vildi vápnið væl verið, at tosað varð við tann, sum framdi gerðina, soleiðis at hetta ikki kom fyri aftur.

---

Ragnar Gudmundons, formaður í fótbóltsdeild VB/Sumba

Hevur tykkara felag upplivað, at rasisma hevur verið vend antin ímóti tykkara spælarum ella spælarum hjá mótstøðuliðum?
- Tíbetur hava vit ikki upplivað slíkan atburð enn. Í øllum førum ikki tað, sum eg veit um.

Hevur VB/Sumba nakra reglugerð, sum umfatar trupulleikan við rasismu?
- Ikki skrivliga, men sjálvandi verður tað heitt á spælarar um at bera seg sømuliga at á vøllinum.

Hava tit nakrar mannagongdir fyri, hvussu farið verður fram, um slíkt skuldi komið fyri?
- Nei. Men tað er púrasta givið, og skuldi onkur á ella kring liðnum borið seg soleiðis at, so vildið tað verið revsað. Og tað vildi verið revsað hart.