Árligi fundurin millum formansskapirnar í Fólkatinginum og Løgtinginum er í dag. Formansskapirnir settust við fundarborðið klokkan tíggju í morgun, og sambært formansskapinum í Løgtinginum er ikki nakað serligt mál fyri, bara tað vanliga.
Tað gekst annars rættiliga illa hjá fólkatingslimunum at lenda í Vágum í gjár. Eftir ætlan skuldi flogfarið seta seg um 11-tíðina, men tað regnaði so illa, at tó hjólini næstan vóru niðri at, setti flogskiparin ferð aftur á flogfarið, sum helt leiðina fram til Bergen.
Donsku gestirnir lendu tí ikki í Vágum fyrr enn um sekstíðina í gjárkvøldið.
Ætlanin var annars, at danska ferðalagið skuldi fara við tyrluni beinleiðis til Suðuroyar, har stór móttøka var fyriskipað í Sumba. Hendan ferðin mátti eyðvitað avlýsast.
Tríggir av teimum fimm fólkatingsformonnunum eru við á ferðini, og saman við teimum eru konur teirra umframt stjóri og varastjóri í Fólkatinginum og trý onnur embætisfólk.
Teir tríggir eru Thor Pedersen, formaður, Søren Espersen, 2. næstformaður og Holger K. Nielsen, 3. næstformaður.
Fólkatingsstjóri er Carsten U. Larsen og varastjóri er Per Anker Hansen. Embætisfólkini eru Søren Koushede, ráðgevi, Winnie Rutkjær, skrivari og Inge Stokholm, avgreiðsluskrivari.
Frúurnar hjá fólkatingsformonunum vóru í býnum saman við frúunum hjá løgtingsformonnunum, meðan fundurin var, og seinnapartin verður vitjað á Fornminnissavninum, áðrenn løgtingsformansskapurin er vertur við ein døgurða í kvøld.
Fyrrapartin í morgin vitjar ferðalagið borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, og løgmann, Kaj Leo Johannesen, áðrenn farið verður avstað aftur eftir miðdag.