Formkurvan bara peikar uppeftir

Hevarin hjá SÍ, Ólavur Jensen, var sera fegin eftir finalusigurin á Mjølnir, og hann segði aftaná, at dysturin gjørdist júst soleiðis, sum hann hevði væntað.
– Tað kundi væntast, at talan gjørdist um ein javnan dyst, og tað var henda finalan eisini til tíðir og sum oftast. Men vit kláraðu til endans at hála tað heim, so tað var bara gott, segði Ólavur, ið sær fram til, at teir í SÍ í næsta mánaði skula spæla FM-finalur ímóti júst Mjølnir.
– Hetta eru tey bæði bestu liðini í Føroyum nú, so tað var bara gott, at vit kundu spæla finaluna ímóti teimum. Nú er langt síðani, at vit hava tapt ein dyst – ikki síðani á jólum – so formkurvan hjá okkum gongur bara uppeftir.