Lewis Hamilton vann í dag Grand Prix koyringina á Monza koyribreytuni í Italia. Fernando Alonso kom á mál sum nummar trý, men kann vera væl nøgdur, tí hann vann seg fram frá tíggjunda plássi.
Spaniólin og samlaði oddamaðurin í Formula 1 koyringini, Fernando Alonso, nærkast meistaraheitinum, sjálvt um Lewis Hamilton hálaði inn á hann eftir sigurin í Italia í dag. Hvørki Sebastian Vettel ella Mark Webber komu á mál, og tí er frástøðan frá nummar tvey upp til Fernando Alonso økt eftir dagsins koyring.
Lewis Hamilton byrjaði fremst og var nummar eitt at kalla allan vegin til málstrikuna í 53 umfari. Fernando Alonso byrjaði hinvegin á tíggjunda plássi. Men við einum góðum avriki endaði hann við at koma á mál sum nummar trý. Eitt skifti var hann á øðrum plássi, men Sergio Perez yvirhálaði hann og fór avstað við silvurheiðursmerkinum.
Tað eru sjey Grand Prix kappkoyringar eftir. Næstu ferð verður í Singapor 23. septembur.
Úrslitini frá í dag kunnu síggjast Her
Samlaða støðan í Formula 1:
1 Fernando Alonso 179
2 Lewis Hamilton 142
3 Kimi Räikkönen 141
4 Sebastian Vettel 140
5 Mark Webber 132