– Alt hevur sína tíð, og eftir fýra ára samstarv var tíðin nú komin til, at onkur annar kundi taka yvir, sigur forstjórin í Formula.fo, Hákun Steingrímsson, sum ikki ivast í, at besta mansdeildin í fótbólti hevur verið eitt gott brand fyri fyritøkuna.
– Umframt at sjálv deildin hevur itið Formuladeildin, hevur millum manna eisini verið tosað um Formulaspælarar og alt møguligt annað. Hóast vit ikki hava roknað upp á hetta krónu fyri krónu, so er einki at ivast í, at hetta hevur brandað okkum sera væl.
Hákun Steingrímsson sigur, at tað fyri Formula.fo ikki bara hevur snúð seg um at fingið nakað aftur fyri brúkið av navninum, men at hetta eisini hevur verið eitt gott høvi til at stuðla fótbóltin.
– Vit hava í øllum førum verið fegin um, at vit hava fingið hjálpt føroyskum fótbólti hesa tíðina, og vit hava allan vegin ígjøgnum havt eitt gott samstarv við Fótbóltssambandið, sigur hann.
– Og tað man í øllum førum vera fáur, ið ikki kennir til Formula.fo umvegis Formuladeildina hesi síðstu fýra árini.