Í summar var av fyrstan tíð í Føroyum farið undir eina ítróttarbreyt á miðnámskúla. Føroya Handilsskúli á Kambsdali bjóðaði ungum og evnaríkum fótbóltsleikarum at fáa ítróttin á tímatalvuna. Hetta hevur eydnast væl, og fyrireikingarnar til komandi skúlaár eru longu byrjaðar.
Norðlýsið skrivar á heimasíðu sínari, at Eyðun Klakkstein úr KÍ - sum eisini hevur verið venjari í ár - saman við Sigfríði Clementsen úr EB/Streymi skulu venja skúladreingirnar eftir summarfrítíðina.
Ítróttarbreytin verður eisini víðka soleiðis, at møguligt verður eisini at velja svimjing. Tað er staðfest, at Petur Heðin á Fløtti, fyrrverandi landsliðsvenjari, skal standa fyri venjingunum.