Í kvøld kom fylgið við forsætismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen og frú Sólrun, Kupiik Kleist og frú og Kaj Leo Johannesen, løgmanni og frú til Gjáar.
Gestirnir komu til landið í morgu, og í dag hava tey vitjað í Mykinesi. Í morgin verður árligi ríkisfundurin hildin í Tinganesi, har Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er vertur.
Fylgið kom við Brimli úr Mykinesi til Gjáar. Brimlegði steðgaði út fyri Gjógv, setti bátar út, sum sigldu fylgið inn í gjónna. Eini 25 fólk vóru við í ferðalagnum.
Lars Løkke Rasmussen er kendur við Gjógv, haðani kona hansara frú Sólrun hevur sínar røtur, so hann nýtti høvi at heilsa upp á og práta við kend fólk í bygdini sum ein annar bygdarmaður, sum vitjar heima.
Fylgið fór til gongu niðan á Gjáargarð, har gist verður í nátt.
Myndir: Jens Kristian Vang