Ikki so lítið vatn er runnið í ánna, síðani Jákup Sverri Joensen, sum útbúgvin lívfrøðingur, í 1951 kom aftur til lands fyri at arbeiða á Fiskirannsóknarstovuni.
Fyrstu átta árini var í veruleikanum talan um eina summarkanningarstovu, sum var ein partur av Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Hann arbeiddi í Føroyum helmingin av árinum og hin helmingin arbeiddi hann í Keypmannahavn.
Tað hann fyrst og fremst arbeiddi við var toskakanningar, og tað hann gjørdi í Føroyum var at savna inn tilfar - nitrur og annað gott - sum hann skuldi arbeiða víðari við í Danmark.
Síðani tá er nógv broytt á Fiskirannsóknarstovuni, sum í dag er ein vælmannaður stovnur, við fakfólki av ymsum slagi. Hesi hava øll royndir hvør á sínum øki, og nógv teirra hava eitt sera gott umdømi uttanlands m. a. tí, at tey eru partur av altjóða samstarvi vegna Fiskirannsóknarstovuna.
Toskakanningar
og merking
Tá Jákup Sverri Joensen byrjaði við Fiskirannsóknarstovuni í 1951 var, sum sagt, størsti denturin lagdur á toskakanningar. Kortini var hetta ikki tað einasta, sum teir fingu av skafti, tí m. a. vóru gjørdar sildakanningar norðanfyri, umframt at tað rættiliga skjótt varð farið undir at merkja fisk. Eitt arbeiði, sum er hildið á við líka síðani, og sum er ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Orkan var lítil, og tí var rættuliga avmarkað hvat fekst av skafti, men av tí at stovnurin, ta fyrstu tíðina, var ein partur av Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, so varð eitt tætt samstarv tann vegin.
? Hugskotini vóru okkara, men tað vóru teir, sum hjálptu okkum at fáa tey gjørd, sigur Jákup Sverri Joensen, sum var fyrsti stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Í byrjanini av seksti árunum fóru teir so undir at gera kanningar við Eysturgrønland fyri at finna út av um ikki líkindi vóru til at fiska har.
? Vit fiskaðu nógv, og vístu, at tað kundi bera til. Júst í Túni, sum var skipari fór yvir aftur og fylti skipið við Eysturgrønland og eftir tað kunnaði hann føroysku skipini, sum lógu undir Íslandi um leiðina, og við tí byrjaði føroyski fiskiskapurin við Eysturgrønland.
Umstøðurnar broyttar
Sum vera mann eru nógv viðurskifti hjá Fiskirannsóknarstovuni broytt síðani hon varð sett á stovn í 1959. Tað hevur gingið støðugt framá alla tíðina, og núverandi stjórin Hjalti í Jákupstovu letur ikki illa at, hóat hann, sum flestu aðrir stovnsleiðarar kundi hugsað sær at havt fleiri pengar at arbeitt við.
? Tað er ein veruleiki vit mugu duga at liva við. Tað ber ikki til hjá okkum bara at krevja, tí vit eru ein partur av samfelagnum, sum øll onnur. Hinvegin eru so onkrar uppgávur, sum vera merktar eitt sindur av tí, og tað fær ikki verið øðrvísi, sigur Hjalti.
Men kortini eru umstøðurnar nógva ferðir betri nú enn fyrr.
Fyrstu árini varð dúvað upp á samstarvið við danir og gott fólk í Føroyum tá royndir skuldu gerast, men í 1964 kom Jens Chr. Svabo og uppaftur seinni er Magnus Heinason komin til, so umstøðurnar eru batnaðar munandi á tí økinum. Hetta ger eisini at stovnurin alla tíðina er førur fyri at arbeiða við og gera kanningar av fiskastovnunum, sum jú er grundarlagið undir okkara búskapi.
Forsagnir úr fortíðini
Tann parturin av arbeiðsøkinum, sum ger, at Fiskirannsóknarstovan oftast fær rúmd í fjølmiðlum er, tá stovnurin kemur við tilráðingum um veiðutrýst.
Teirra metingar um hvat ráðiligt er at fiska passar ikki altíð - ella passar sjáldan - saman við tað sum reiðarar og skiparar halda vera ráðiligt, og so fellur dómurin.
? Men tað er ein veruleiki, sum vit eisini mugu taka við. Vit byggja okkara forsagnir á tey hagtøl, sum vit hava savnað síðani 1960, og saman við yngulkanningunum og øðrum kanningum, er tað grundarlagið undir forsagnunum sum vit gera, sigur Hjalti í Jákupstovu.
Men hví er »mótparturin« so ósamdur við teimum metingum, sum Fiskirannsóknarstovan kemur, og duga fiskifrøðingarnir so illa at meta, at teir fara skeivir hvørja ferð?
? Nei, tað hevur einki við tað at gera, at vit ikki duga at meta, men tað er ein veruleiki, at tað er 30 prosents møguleiki fyri, at vit meta skeivt. Vit byggja sum sagt allar okkara metingar á hagtalstilfar, sum vit hava skrásett nokk so langt aftureftir, men fyri at vera heilt neyvur er neyðugt, at hava langar hagtalsligar tíðarrøðir, og tær hava vit ikki enn av náttúrligum ávum, sigur Hjalti í Jákupstovu, sum leggur afturat, at slíkt hagtalstilfar ongantíð er nóg gott.
Tað er altíð mangulfult og tí er alneyðugt við nýggjum upplýsingum alla tíðina bæði um fisk og um umhvørvi.
Hann er tó ikki bangin fyri at viðganga, at hann skilur teir sum skipini eiga, tí teir skulu liva av tí sum kemur úr havinum, og meðan teir eru til fiskiskap síggja teir tað sum er at fáa, og tá ríkiligt er til, er løgið, at fiskifrøðingarnir siga, at nú skal ansast eftir.
Læra av mistøkum
hjá øðrum
Hóast tað tí mangan kann tykjast møtukikið hjá fiskifrøðingunum at ávara um ov stórt veiðutrýst og ov stóran fiskiskap, so er tað framvegis teirra skylda vísir Hjalti í Jákupstovu á.
Hann sigur, at føroyingar mugu hyggja rundan um seg og læra av mistøkunum hjá øðrum, soleiðis at vit ikki gera júst somu mistøk.
? Kanadiumenn feilmettu toskastovnin og loyvdu ov stórum fiskiskapi við tí úrslitið at stovnurin leið næstan óbótaligan skaða. Hann er enn ikki komin fyri seg aftur, og so langt mugu vit ikki fara. Vit kunnu eisini taka í egnan barm og hyggja at hvat hendi við sildini. Hon hvarv beint seinast í seksti árunum og tað tók 25 ár áðrenn hon so smátt fór at koma fyri seg aftur. Tann feilin mugu vit ikki gera aftur, sigur Hjalti.
Og tí er hann fegin um at hann hevur tað fólki sum hann hevur til at røkja týdningarmiklu uppgávurnar.
? Vit mugu hava vælútbúgvið fólk til at røkja hesar uppgávurnar, og vit hava verið so heppin at fingið fatur á góðum fólki. Vit hava brúk fyri fleiri, tí tað eru fiskasløg, sum hava ligið á láni, men av tí at fíggjarorkan ikki hevur verið til tað, so hevur tað ikki borið til at seta meira fólk, sigur Hjalti, sum eisini vísir á, at politikararnir ikki hava hoyrt Fiskirannsóknarstovuna kæra sína neyð undir kreppuni.
Framtíðin
Hóast stovnurin ikki hevur fingið so nógv á fíggjarlógini sum ynskiligt var, so hevur hann ikki liðið neyð. Partar av virkseminum eru fíggjaðir við uttanhýsis virksemi, sum Fiskirannsóknarstovan hevur verið partur av.
Nú heldur stjórin at tað er neyðugt hjá stovninum at gera politikarnar varugar við at stovnurin er til.
? Tað er eingin loyna at vit hava brúk fyri meiri fólki, og til tað hava vit brúk fyri meiri peningi. Samstundis mugu vit gera upp við okkum sjálvi, um vit skulu byggja okkara virksemi á fígging uttaneftir ella ikki. Eisini mugu vit hava í huga, at okkara støða mótvegis ES ger, at vit ikki uttan trupulleikar kunnu vera við í altjóða samstarvi, sum er neyðugt fyri at okkara starvsfólk skulu hava tað fakliga samskifti úteftir, og tað er eisini nakað sum havast skal í huga, sigur Hjalti í Jákupstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni at enda í viðtali við Sosialin.
Og stjóran koma vit uttan iva at hoyra meira til, tí á rókini har hann situr er ábært. Tí tey flestu okkara hava eina meining um tilfeingið, veiðu og búskap.