Forsetafrúan við í filmi

Franska forsetafrúan, Carla Bruni-Sarkozy, skal nú spæla við í einum filmi hjá Woody Allen. - Hann bjóðaði mær at spæla við í hansara komandi filmi. Eg veit enn ikki hvønn leiklut, eg fái, men eg havi sagt ja, sigur fyrrverandi modellin og songkvinnan við Canal +.

 

- Kanska fari eg slett ikki at kunna brúkast, men so havi eg roynt meg, og so saman við Woody Allen. Tað verður uttan iva ein góð uppliving.

 

Woody Allen hevur altíð verið serstakliga vælumtóktur í Fraklandi, og tað sigst, at hann eisini hevur Frakland serliga kært.

 

Bruni gavst annars í undirhaldsvinnuni, tá hon giftist franska forsetanum. Hon hevur tó síðani gjørt eina fløgu og latið peningin til góðgerandi endamál. Nú fer hon so at royna seg á hvíta løriftinum.