Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, heldur, at Iran má og skal hevna drápið av hægsta leiðara landsins, Ayatollah Ali Khamenei.
Tað sigur forsetin í eini fráboðan, sum varð send í iranska almenna sjónvarpinum.
– Islamiska Lýðveldið Iran metir tað vera sína lógligu skyldu og rætt at hevna seg móti gerningsmonnunum og høvuðsmonnunum aftanfyri hetta søguliga brotsverkið, sigur forsetin í fráboðanini.
Ísrael fór í samstarvi við USA undir eitt stórt loftálop á Iran leygarmorgunin.
Seinni varð í iranska almenna sjónvarpinum staðfest, at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í einum álopi.
Í dag kallaði iranski forsetin drápið av ayatollah fyri "krígsavbjóðing móti øllum muslimum".
Forsetin sær tað sum eina krígsavbjóðing móti serliga shiamuslimum, sigur hann í fráboðanini.
Shiisma er ein grein av islam. Umleið ein tíggjundapartur av heimsins muslimum verður mettur at vera shiamuslimar.
Í Iran er nógv størsti parturin av fólkinum sjia-muslimar, og ayatollah Ali Khamenei hevur brúkt stórar partar av lívi sínum at granska sjia-islam.
Masoud Pezeshkian er partur av einum fyribils leiðsluráði, sum skal skipa ovastu leiðsluna í landinum, til nýggjur ovasti leiðari verður valdur.
Umframt forsetan sita leiðarin í iranska rættarskipanini, Gholamhossein Mohseni Ejei, og Alireza Arafi, sum er limur í Verjaráðnum, eisini í leiðsluráðnum.
Ali Larijani, ovasti trygdarleiðari í Iran, sigur í samrøðu við iranska almenna sjónvarpið, at arbeitt verður við at seta leiðsluráðið á stovn longu sunnudagin.
Sambært grundlógini í Iran skal hægsti leiðarin setast av sama stovni, sum setti Khamenei - serfrøðingasamgongan, sum telur 88 limir.
Ritzau/AFP











