Ísraelski herurin boðar frá, at hann hevur sett álop á mál í hjartanum av iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
– IDF (ísraelski herurin, red.) loypur á mál, sum hoyra til iransku yvirgangsstýrið í hjartanum av Teheran, sigur herurin.
– Seinasta samdøgrið hevur ísraelska flogverjan framt stór álop fyri at staðfesta loftyvirvág og fyri at slóða fyri Teheran, stendur víðari.
Í morgun skrivaði ein journalistur hjá AFP, at fleiri spreingingar vóru at hoyra í Teheran.
Ísrael fór í samstarvi við USA undir eitt stórt loftálop á Iran leygarmorgunin.
Leygarkvøldið segði ísraelski herurin, at álopið var tað størsta í søguni hjá flogverjuni.
Seinni varð í iranska almenna sjónvarpinum staðfest, at ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, varð dripin í einum álopi.
Iranska kollveltingarverjan, IRGC, hevur sagt, at tey fara at fremja harðlig hevndarálop móti Ísrael og amerikanskum herstøðum.
– Harðasta álopsátakið í søguni hjá vápnaðu herdeildunum hjá Islamiska Lýðveldinum Iran fer at byrja til eina og hvørja tíð, skrivaði IRGC á Telegram-boðtænastuni sunnukvøldið, sambært AFP.
Hetta hevur fingið amerikanska forsetan, Donald Trump, at ávara um harðligt aftursvar frá USA, um Iran tekur sína hóttan í álvara.
– Iran hevur júst boðað frá, at teir fara at sláa sera hart í dag, harðari enn nakrantíð áður, skrivar Trump í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social.
– Tað skulu tey ikki gera. Tí um tey gera tað, so sláa vit aftur við eini kraft, sum ongantíð hevur verið sædd áður, skrivar Trump.
Iranski herurin boðaði í morgun frá, at hann hevur lopið á amerikanskar støðir í irakiska Kurdistan-landslutinum og aðrastaðni í Miðeystri.
Sambært AFP hoyrdust spreingingar í Jerusalem í Ísrael, Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, Doha í Qatar og Manama í Bahrain.
/Ritzau/











