Stjórnarflokkurin í Japan - konservativi Liberaldemokratiski flokkurin LDP - missir meirilutan í undirhúsinum, saman við samgongufelaganum Komeito.
Tað metir japanska almenna útvarps- og sjónvarpsstøðin, NHK, í eini forsøgn, meðan atkvøðurnar verða taldar upp.
Valið varð útskrivað eitt ár tíðliga av Shigeru Ishiba, sum fyri stuttum tók við sum LDP-leiðari og forsætisráðharri.
LDP hevur verið plágað av eini gølu, sum snýr seg um nýtslu av valstríðspeningi millum LDP-tinglimir.
Yvirhøvur er støðan í Japan eyðkend av búskaparligum avbjóðingum og øktum spenningum við stóra grannalandið Kina.
Í japansku valskipanini verða 289 limir valdir í einmansvaldømum eins og í Bretlandi, har tað valevnið, sum fær flestar atkvøður, fær umboðið. 176 limir eru valdir við lutfalsval eins og til dømis í Føroyum.
Ritzau/Reuters