Forsøgn: Meiriluti fyri reyð-grønari stjórn í Noreg

Arbeiðaraflokkurin, Senterpartiet og SV standa til at fáa 88 sessir av 169 í norska Stórtinginum

Jonas Gahr Støre, formaður í norska javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiet, stendur til at gerast næsti forsætisráðharri í Noreg

Jonas Gahr Støre, formaður í norska javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiet, stendur til at gerast næsti forsætisráðharri í Noreg

Norsku mið-vinstraflokkarnir standa til at vinna tjóðartingsvalið í dag, vísir forsøgn hjá NRK og hjá dagblaðnum VG, eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20.

 

Arbeiðaraflokkurin, miðflokkurin Senterpartiet og vinstraflokkurin SV fáa tilsamans 88 av teimum 169 sessunum, um forsøgnin heldur.

 

Tað merkir, at formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, stendur til at gerast næsti forsætisráðharrin í Noreg við teimum báðum flokkunum, hann ynskti sær í stjórn – uttan at vera bundin at vinstraflokkunum Rødt ella Umhvørvisflokkinum Teimum Grønu.

 

Samstund vísir forsøgnin stóra afturgongd hjá borgarliga veinginum, sum stendur til bara at fáa 64 sessir.

 

/ritzau/NTB

 

Jonas Gahr Støre, formaður í norska javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiet, stendur til at gerast næsti forsætisráðharri í Noreg