Mið-høgrasamgongan hjá franska forsetanum Emmanuel Macron, Ensamble, sær út til at gerast størsti flokkur í tjóðartinginum eftir seinna og avgerandi valumfar til tjóðartingsvalið í dag.
Men hann missir meirilutan eftir øllum at døma.
Tað vísa kanningar frá valstøðum, sum eru almannakunngjørdar, eftir at valstøðini í Frankaríki stongdu klokkan 20. Somu gongd vísa fyrstu forsøgnirnar frá fimm ymsum fronskum greiningarstovnum.
Har sær Ensamble út til at fáa millum 200 og 260 av teimum 577 plássunum í tjóðartinginum.
Vinstravongsamgongan Nupes við Jean-Luc Mélenchon á odda stendur til at fáa millum 150 og 190 sessir.
Tað skulu minst 289 pláss til ein meiriluta.
Á høvuðsskristovuni hjá Nupes hoyrdust lógvabrestir og fagnaðarróp, tá hetta frættiast.
Mélenchon sigur í eini røðu til veljarar sínar, at dagsins var er »eitt fullkomið niðurlag« til Macron forseta.
Harafturímóti er vónbrotið eyðsæð í leguni hjá Macron.
– Tað er lang frá tí, vit høvdu vónað, sigur ráðharrin fyri almennar fíggjarætlanir, Gabriel Attal, við sjónvarpsstøðina TF1.
– Vit eru á fyrsta plássi, men tað er týðuliga eitt vónbrotið fyrstapláss, sigur Eric Fupond-Moretti, løgmálaráðharri, við sjónvarpsstøðina BFM.
Á seinasta vali í 2017 tryggjaði Ensemble sær 389 sessir, so talan er helst um eina stóra afturgongd.
Um tølini halda, so hvørt atkvøðurnar verða taldar, fer tað at merkja, at Macron og Ensemble eru noydd at samstarva við ein ella fleiri aðrar flokkar.
Tað fer helst at føra til fleiri semjuloysnir, um Macron skal fáa stuðul hjá eitt nú teimum konservativu Republikanarunum til síni lógaruppskot.
– Vit venda okkum móti teimum, sum vilja føra landið framá, sigur talskvinna fyri stjórnina, Olivia Gregoire sambært Reuters.
Tann eftir øllum at døma tapti meirilutin kann gera tað trupult at fáa framt tær nýskipanir, sum Macron og Ensemble hava samtykt.
Ein av heilt stóru vinnarunum á valinum er Marine Le Pen og flokkur hennara, Tjóðskaparlig Savning.
Flokkurin er farin fram og stendur til at fáa eitt stað ímillum 60 og 102 sessir, vísa forsøgnir. Í tinginum í dag hevur flokkurin bara átta seissir, so úrslitið kann enda við meiri enn at tíggjufalda støðu floksins í tjóðartinginum.
Hetta er ein ordans »tsunami«, sigur høgra hond hennara, virkandi floksformaðurin Jordan Bardella, sambært BFM.
Marine Le Pen lovar í eini røðu til veljarar sínar, at flokkurin fer at royan at savna allar »patriotar« og gera eina sterka andstøðu til Macron.
/ritzau/