Forvitnislig KT-stevna

Nógvir spennandi fyrilestrar eru á skránni, tá ið KT-2006 stevnan verður í Norðurlandahúsinum seinni í hesum mánaðinum

Millum teir áhugaverdu fyrilestrahaldararnar er eitt nú ungi hoyvíkingurin, Heini Zachariassen, ið sum kunnugt er mettur at verða millum 100 tey fremstu ungu vinnulívsfólkini í Danmark, sum eisini var greitt frá her í blaðnum í farnu viku. Heini fer seinna dagin á KT-stevnuni at halda fyrilesturin, ið ber heitið gloym heimamarknaðin.
 
Ógvuliga fjølbroyttir fyrilestrar
Hinir fyrilestrarhaldararnir á KT-2006 eru danski rithøvundurin, Tor Nørretrander, stjórin á Betty Nansen sjónleikarahúsinum, Peter Langdal Jensen, Birger Hauge frá Danske Bredbånd, og Silvia Lauritsen frá KompeTansu.
Tað er Synergi, ið skipar fyri KT-stevnuni, og Annika Andreassen hjá Synergi greiðir frá, at tær eru ikki minst spentar upp á at hoyra fyrilesturin hjá Peter Langdal Jensen.
- Vit vóru til Årets Lederdag 2005 í Bella Centrinum í Keypmannahavn í fjør. Meðan vit vóru til ein heldur turrisligan fyrilestur, hoyrdu vit nógv klapp og nógvan látur úr fyrilestrarsalinum við síðuna av. Tá var tað Peter Langdal Jensen, ið hevði fyrilestur í tí salinum, og vit tosaðu seinni við onkran annan føroying, ið hevði verið til fyrilesturin hjá honum, og viðkomandi lat ómetaliga væl at. Peter Langdal Jensen er ein sera vælumtóktur fyrilestrarhaldari í Danmark, og vit eru ógvuliga fegnar um, at hann kemur á KT-2006, sigur Annika Andreassen.
Fyrilesturin hjá Peter Langdal Jensen fer at snúgva seg um kreativa leiðslu og motiverandi arbeiðsumhvørvi. Hinir fyrilestrarnir fara eitt nú at snúgva seg um Digitala Heimið og um, at ein KT-frøðingur ikki er ein gandakallur.
Umframt mongu fyrilestrarnar er nógv annað forvitnisligt á skránni. Fleiri fyritøkur, ið virka innan KT fara at hava bás á stevnuni, har sýnt verður fram, hvat hesar fyritøkur fáast við.
Í sambandi við KT-stevnuna verður eisini skipað fyri einum serligum tiltaki fyri miðnámsskúlanæmingar.  Hetta tiltak verður fríggjamorgunin 21. apríl, og har fara teir báðir føroysku fyrilestrarhaldararnir, Heini Zachariassen og Silvia Lauritsen, at greiða næmingunum frá.
KT-2006 verður í Norðurlandahúsinum í Havn í døgunum 20. og 21. apríl.