Í hesum døgum er svenskarin, Stefan Hansson, á vitjan í Gøtu. Hesin maður er kendur í Svøríki, Danmark og Amerika, sum bæði venjari og spælari.
Hann hevur hoyrt at ymisk føroysk feløg eru uttan venjara, til komandi kappingarár, og av sínum eintingum, tikið stig til at komið til Føroya at hyggja eftir umstøðum felagsins í Gøtu.
Hann náddi júst at koma til Gøtu, áðrenn dysturin varð bríkslaður í gongd í Sarpugerði, sunnudagin, og Stefan má sigast at hava fingið eina sanna fótbóltsuppliving, tí GÍ hamraðu 5 mál ígjøgnum hjá Skála hendan sunnudagin, meðan Geza Turi helt netið tómt í hinum endanum.
-Vorið sum ímynd at geva svenskaranum, av felagnum, hann er og vitjar, sigur Andreas Poulsen, og leggur afturat at tað tað tó ikki er nakað, ið er undirskrivað.
-Vit hyggja eftir okkara møguleikum, og hava kontakt við fleiri møguligir venjarar til komandi kappingarár, sigur Andreas at enda.