Fossánes er ikki við

Frámelding í flogbóltskappingini

 

Hóast vit nóg illa eru komin í holt við landskappingina, so er longu greitt, at kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum bert fer at telja fimm lið í ár.

Orsøkin er, at Fossánes, sum fyri fyrstu ferð spældi í meistaradeildini í fjør, hevur trekt liðið hjá sær út kappingini.

Hetta hevur sjálvandi ført fleiri avlýsingar við sær, sæð í mun til kappingarskipanina, men tey, sumhava atgongd til alnetið, kunnu síggja dagførdu skipanina á www.fbf.fo.