- Okkara børn eru fullkomiliga gloymd í skipanini. Vit fáa ikki nøktandi hjálp frá skipanini, sum hevur sett okkum í starv, og tað gongur útyvir bæði okkum og børnini, siga Oyvør Sarita Davidsen og Joan Vestergaard Dam, sum báðar hava havt børn til fosturs í mong ár.
Í samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð greiða tær báðar frá, hvussu skipanin eftir teirra tykki riggar.
Sosialurin hevur roynt at fingið meira kunning um hetta fløkta økið, men tað hevur ikki eydnast áðrenn blaðið fór til prentingar.
Les samrøðuna við Oyvør og Joan í Vikuskiftis Sosialinum í kvøld. Annars fer Sosialurin at fylgja málinum.