##med2##
Eitt longri fótbóltspanel var á FM1 seinnapartin í dag.
Í tí fyrra tímanum hoyrdu vit hæddarpunkt frá øllum 10 liðunum í betrideildini, umframt hæddarpunkt frá A-landsliðnum og U21-landsliðnum.
Í tí seinna tímanum vóru Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum gestir. Teitur og Jákup góvu øllum 10 liðunum í betrideildini ein karakter millum 1 og 10, og teir valdu eisini tann mest virðismikla (MVP) leikaran hjá hvørjum liði í betrideildini.
Lurtararnir sendu eisini sms inn til sendingina, um hvat tey hildu vera hæddarpunktið farna kappingarár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.