Fótbóltspanelið: B36 favorittur móti HB

(Tipping) Teitur Joensen økti um leiðsluna farna umfar og hevur B36 at vinna á HB

Teitur Joensen er framvegis á odda í tippikappingini hjá Fótbóltspanelinum, ið er at hoyra seinnapart fríggjadag á Rás2. Farna umfar vann Teitur Joensen aftur, tá hann fekk níggju stig fyri tvey røtt útfall og eitt rætt úrslit.

 

Fótbóltspanelið verður klokkan 16 í dag á Rás2

 

Ólavur Larsen fekk seks stig fyri trý røtt útfall, meðan André Olsen dragnar við bara tveimum stigum farna umfar.

 

Tveir av trimum hava B36 at vinna á HB í Gundadali sunnudagin. Ein dystur, sum kemur at hava stóran týdning fyri hvussu oddastríðið kemur at síggja út.

 

Teitur Joensen:

NSÍ - ÍF 3-2

HB - B36 1-2

KÍ – EB/S 1-3

Skála - AB 1-2

B68 - Víkingur 0-2

 

Ólavur Larsen:

NSÍ-ÍF 1-2

HB-B36 1-1

KÍ-EB/S 2-2

B68-Víkingur 1-2

Skála-AB 1-1

 

André Olsen:

NSÍ-ÍF 2-1

HB-B36 1-2

KÍ-EB/S 0-2

Skála-AB 2-1

B68-Víkingur 1-0

 

Stigatalva:

1. Teitur Joensen 80 (Stig)

2. Ólavur Larsen 76

3. André Olsen 56

 

Rætt úrslit = 5 stig

Rætt útfall = 2 stig

 

14. umfar í Effo-deildini:

Leygardagin:

NSÍ – ÍF (18.30)

Sunnudagin:

HB – B36 (15.00)

KÍ – EB/Streymur (15.00)

Skála – AB (17.30) Beinleiðis á Rás2

B68 – Víkingur (19.00)