Fótbóltspanelið á Rás2 verður í dag klokkan 15, og ikki klokkan 16 sum vanligt er. Millum evnini í dag er umfarið í Effo-deildini, sum verður um vikuskiftið.
Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 í dag klokkan 15
Kjakluttakarnir koma at siga sína meining um umfarið, umframt at tippa. Serligur dentur verður lagdur á dystirnar, sum Rás2 sigur frá. Teir eru AB-B36, HB-ÍF og B68-EB/Streymur.
Hoyr upptakt til Effo-deildina á Rás2 frá klokkan 16
Champions League lutakastið til fjórðingsfinalurnar hevur verið í dag, og tað verður eisini endavent. Lutakastið lagaði seg soleiðis:
Fjórðingsfinalur:
Barcelona - Atletico Madrid
Real Madrid - Borussia Dortmund
PSG - Chelsea
Manchester United - Bayern Munchen
Beinleiðis frásøgn frá AB-B36 frá klokkan 17.15 á Rás2
Arsene Wenger stendur á odda fyri dysti nummar 1.000 hjá Arsenal um vikuskiftið. Eisini verður tipping á skránni í Premier League.
Fótbóltspanelið er mannað av Ólavi Larsen, Teiti Joensen og Tróndi Arge.
Sig tína meining við at senda SMS til 559999 um okkurt av hesum evnunum, og tú ert við í lutakastinum um eina fótbóltstroyggju frá Sportigan.