Í dag fer Fótbóltspanelið millum at tosa um EM 2016 lutakastið, sum verður sunnudagin. Hvør er dreymabólkurin fyri Føroyar, og hvør marrubólkurin hjá okkum?
Sig tína meining undir greinini ella send sms til 559999
Manchester United er sambært BBC í holt við at gera ein 5-ára sáttmála við Wayne Rooney, sum ger hann til best lønta spælaran í Premeir League. Vikulønin er heilar 2,7 milliónir krónur um vikuna.
Les eisini: Her er dreymabólkurin hjá Rógva
Wayne Rooney er 28 ára gamal og hevur tvær ferðir biðið um at blíva seldur, men hvørja ferð hevur hann umbestemmað seg, og gjørt nýggjan sáttmála. Spurningurin er so um tað rætt av Manchester United at gera nýggjan risa sáttmála við Wayne Rooney?
Umframt hetta, so verða Champions League dystirnir í vikuni umrøddir og tippað verður til komandi umfar í Premier League.
Fótbóltspanelið verður á Rás2 eftir tíðindini klokkan 16. Tú kanst luttaka í kjakinum við at viðmerkja undir greinini, ella senda sms til 559999.