Í Fótbóltspanelinum, sum er á Rás2, varð tippað til fjórða umfar í Effo-deildini. Talan var eftir øllum at døma um onkur óvæntandi úrslit, tí ongin av tipparunum fekk fleiri enn tríggjar rættar.
Vinnari í tippingini hesa ferð var Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF. Hann gitti trý útfall røtt og tvey úrslit. Teitur Joensen, ítróttarskrivari, gitti tvey útfall og eitt úrslit rætt, meðan André Olsen, somuleiðis ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, gitti tvey útfall rætt.
Her eru tippingarnar hjá teimum trimum.
Ólavur Larsen:
B36 - HB 1-3
ÍF - NSÍ 3-2
AB - Skála 1-1
EB/Streymur - KÍ 0-1
Víkingur - B68 1-0
Rætt útfall: 3
Rætt úrslit: 2
Teitur Joensen:
B36 - HB 0-3
ÍF - NSÍ 4-2
AB - Skála 2-1
EB/Streymur - KÍ 2-2
Víkingur - B68 1-0
Rætt útfall: 2
Rætt úrslit: 1
André Olsen:
B36 - HB 1-3
ÍF - NSÍ 2-2
AB - Skála 2-0
EB/Streymur - KÍ 3-2
Víkingur - B68 2-1
Rætt útfall: 2
Rætt úrslit: 0
Úrslitini í 4. umfari
B36 – HB 1-1
ÍF - NSÍ 2-1
AB – Skála 1-1
EB/Streymur – KÍ 3-1
Víkingur – B68 1-0
Stigatalva:
1. Ólavur Larsen 16 (Stig)
2. Teitur Joensen 9
3. André Olsen 4
Rætt útfall = 2 stig
Rætt úrslit = 5 stig