Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetur Føroya, hevur í vikuni útgivið eina nýggja vísindaliga grein, ið kann lesast í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á teirra heimasíðu.
Kanningin viðger broytingar í beinagrindini aftaná fimtan vikur av antin intensari intervalsvimjing ella langteinasvimjing við lágum intensiteti, og so fótbóltsvenjing.
Úrslitini av kanningini vísa, at fótbóltur hevur góða ávirkan á beinheilsuna, meðan svimjing ikki hevði nakra ávirkan.
- Úrslitini vísa, at meðan svimjing ikki ávirkaði beinheilsuna, so økti fótbóltsvenjing bæði beinmassan og –tættleikan í beinunum (lærbeininum) við 2-3%. Taka vit hædd fyri aldurstongda beintapinum fyri kropsliga óvirknar miðaldrandi kvinnur, so svarar hetta til, at beinagrindin verður 2-4 ár yngri av 15 vikum av fótbóltsvenjing. Í blóðroyndunum øktist “bone formation” markørarnir osteocalcin, procollagen type I N propeptide og C-terminal telopeptide við 37-52%. Hesir stuðla úrslitunum av DXA-skanningini og vísa týðiliga, at beinuppbyggingin var sera nógv stimbrað av fótbóltsvenjingunum, skrivar Fróðskaparsetrið á teirra heimasíðu.
Kanningin er í tráð við aðrar kanningar hjá arbeiðsbólkinum, ið hava víst at fótbóltsvenjing hevur jaliga ávirkan á beinheilsuna.
Kanningin er gjørd í samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya, umframt útlendsk universitet. Verkætlanin er stuðlað av Granskingargrunninum, ÍSF og Eik Banka.