Eyðbjørn Karbech Mouritsen hevur altíð verið sum aðrir dreingir á sínum aldri. Hann er uppvaksin og gekk í skúla á Argjum, inntil hann flutti niður við familjuni í 4. flokki. Hann valdi sum flest onnur at taka eina studentarútbúgving, og kom hann tá aftur til Føroya at ganga í Hoydølum. Ikki grunaði Eyðbjørn, at hansara lív skuldi fáa eina bratta og álvarsliga vending fá ár seinni. ”Eg hevði ongantíð fyrr verið sjúkur. Alt mítt lív hevði eg verið likamliga væl fyri, har ítróttur hevur fylt um ikki allan so ein ófatiliga stóran part av mínum lívi. Millum annað havi eg gjørt sera nógv við fótbólt, rógving og renning. Tað, at eg nakrantíð skuldi blíva álvarsliga sjúkur, var als ikki nakað, sum eg trúði kundi henda fyri meg. Men tað gjørdi tað,” sigur Eyðbjørn.
Ongantíð verið so kaldur
Tað var við endan av 3.g í Hoydølum í 2006, at Eyðbjørn byrjaði at merkja, at alt ikki var, sum tað átti at vera. ”Mitt undir teimum endaligu royndunum í Hoydølum fekk eg eina influenza. Í fyrstuni hugsaði eg ikki stórvegis um hana og helt, at hon skjótt fór at ganga yvir. Eg tímdi ikki at avlýsa ella útseta royndirnar, men kreftirnar at lesa uppá og fyrireika meg vóru næstan ikki til staðar. Serliga minnist eg, tá eg skuldi upp í ítrótti. Ein floksfelagi og eg høvdu gjørt eitt rættiliga hart og krevjandi program, ið kravdi styrki og konditión, har eg m.a. skuldi svimja í Gundadali. Ongantíð í mínum lívi havi eg verið so kaldur, sum tá eg leyp í hylin. Kuldin var næstan til at taka í, og var tað mær heilt ógjørligt at fáa hitan aftur. Við hjálp frá nógvum koffein- og pínustillandi tablettum megnaði eg hóast alt at gjøgnumføra programmið,” sigur Eyðbjørn við einum skeivum smíli.
”Influenzan vildi ikki fáa ein enda, men eg sá tó onga orsøk at óttast fyri tað, tí eg var ungur og væl fyri. Omma mín, sum eg búði hjá, byrjaði tó eftir tveimum vikum at blíva eitt sindur nervøs og fór at skumpa undir at fáa meg til læknan. Hugurin hjá mær at fara til læknan var als ikki til staðar, men eg gjørdi tað tó, tá omman segði, at nú var nokk! Tey heldur óvæntaðu boðini frá læknanum vóru ikki at taka feil av: ”Eyðbjørn, tú hevur eina sera alvorliga influenza!” og bað hann meg skjótast gjørligt um at fara oman til Landssjúkrahúsið og kanna meg nærri”, sigur Eyðbjørn.
”Dagin fyri mína síðstu roynd fór eg á sjúkrahúsið. Eg var har í fleiri tímar, bleiv fluttur aftur og fram uttan at vita, hvat ið gekk fyri seg. Tey tóku nakrar blóðroyndir og bóðu meg koma aftur dagin eftir. Eitt gloymi eg ongantíð, og tað er, tá ið læknin skjótt hugdi gjøgnum tølini frá blóðroyndunum og segði so hart og týðiliga: ”Ja, tú er sjúkur!””, sigur Eyðbjørn.
”Hvar bleiv hann sjálvur av har afturi?”
”Tann endaliga royndin í støddfrøði var eisini ein sannur bardagi. Tá eg stóð við talvuna, sortnaði tað í heilum, og var tað mær næstan ógjørligt at konsentrera meg. Haraftrat sveittaði eg so illa um hendurnar, at kritið varð fulkomiliga vátt, og misti eg tað á gólv. Tá eg skuldi fáa karakter, segði lærarin, at hann var eitt sindur skuffaður av mær, men eg var rættiliga líkaglaður og ynskti bara at fáa húgvuna, so eg kundi sleppa avstað aftur,” sigur Eyðbjørn.
”Tað, ið eg minnist sum serliga hart, var, tá ið vit skuldu taka ta síðstu floksmyndina í Hoydølum, har vit øll stóðu í føroyskum klæðum og studentarhúgvu. Bara tað at standa var ein ov stórur biti fyri meg, og kláraði eg ikki at standa í meira enn ein hálvan minut í senn. Hetta legði myndamaðurin til merkis og spurdi: ”Nú, hvar bleiv hann sjálvur av har afturi?” Tað var heilt einkult ræðuligt. Alt hvítnaði fyri mær á sama hátt, sum tá man starir eftir sólini. Eg royndi at blinka, men tað hjálpti einki. Við hjálp frá tveimum floksfeløgum fekk eg staðið so frætt uppi, at myndirnar vórðu tiknar,” sigur Eyðbjørn.
”Nakrantíð hoyrt um leukemi?”
”Sama dag sum eg helt studentarveitsluna, fór eg um kvøldið inn á Landssjúkrahúsið, har eg varð innlagdur. Tað gekk ikki long tíð, til eg fekk at vita, at eg var alvorliga sjúkur. Uttan tað fekk eg ikki serliga nógv at vita. Eg skuldi fáa penicillin hvønn áttanda tíma, so tað var ikki nógv annað at gera hjá mær enn at bíða. Hóast eg fekk hesi boðini, tók eg tað ikki serliga tungt, tí eg dugdi ikki ordiliga at síggja, hvussu eg nakrantíð kundi blíva soleiðis veruliga sjúkur. Næsta dagin frætti eg nærri, at tað var okkurt galið við blóðinum, men eg hugsaði bara, at so mátti tað vera blóðforgifting. Tað gekk tó ikki long tíð, til tey hildu seg hava funnið útav, hvat mær veruliga feilti. Onki ítøkiligt fekk eg at vita, uttan at eg skuldi niður til Danmarkar dagin eftir. Eg valdi at spyrja læknan, hvat mær feilti, og svarið kom sum ein spurningur: ”Eyðbjørn, hevur tú nakrantíð hoyrt um leukemi?” Eg hugdi spyrjandi uppá hann, og so fór hann víðari. Hóast eg ikki heilt visti, hvat tað var, so skilti eg, at tað var meira álvarsamt, enn hvat eg av fyrstan tíð trúði”, sigur Eyðbjørn.
Akut til Danmarkar
Eyðbjørn varð við tað sama sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, har hann skuldi kannast enn meira og fáa viðgerð.
”Eg varð sera væl móttikin á Ríkissjúkrahúsinum, og føldi eg meg væl frá fyrsta degi av. Ein ógvuliga fryntlig sjúkrasystir greiddi mær gjøllari frá, hvat leukemi ella blóðkrabbi innibar. Eg havi bara gott at bera Ríkissjúkrahúsinum, og føldi eg veruliga, at eg var í góðum og tryggum hondum. Ein føroyskur kvinniligur lækni hevði nógv við meg at gera, og var hon heilt ótrúliga fyrikomandi og dugnalig. Millum annað at tað vóru so nógv góð og dugnalig starvsfólk rundan um meg, so hevði eg fulla vissu um, at hetta fór at ganga, og at eg innan heilt stutta tíð kundi fortseta mín vanliga dagligdag,” sigur Eyðbjørn.
”Støðan var ógvuliga akut, og tí hendi tað ótrúliga nógv, har eg alla tíðina skuldi kannast fyri okkurt. Einar tvær til tríggjar ferðir um dagin skuldi eg taka blóðroynd. Tann eini læknin segði tó við meg, at sanlíkindini fyri, at eg fór at blíva frískur, vóru næstan hundrað prosent, og at eg nokk fór at koma heim eftir trimum mánaðum. Hesi boðini gjørdu meg róligan og tryggan,” sigur Eyðbjørn.
Fekk deyðadómin
Sjúkan var tó álvarsamari enn fyrst hildið. Nógv álvarsamari.
”Eina viku eftir at eg var komin niður, fór eg undir kemoviðgerð. Læknin forkláraði mær, at man vanliga fyrst skal ígjøgnum tvær viðgerðir. Er krabbin ikki sligin út tá, loysir tað seg neyvan at royna við eini triðu viðgerð. Eftir fyrstu viðgerð burdi krabbin verið minkaður so mikið nógv, at hægst 15% eru eftir. Eftir aðru viðgerð burdi krabbin verið horvin so mikið nógv, at hann ikki kann síggjast í blóð- ella mergroyndum. Um krabbin ikki er horvin eftir aðru viðgerð, so er tíverri einki at gera. Tá er tað einans ein spurningur um tíð, áðrenn tímaglasið rennur út. Læknin sissaði meg tó og segði, at í yvir 90% av tilfeldunum gingu viðgerðirnar væl,” sigur Eyðbjørn.
”Eg fekk so mína fyrstu kemoviðgerð. Hon tók ikki serliga hart uppá meg, og føldi eg so at siga ongi hjáárin. Hvønn dag fylgdi eg við spenningi og góðum treysti blóðtølunum, hvussu tey skuldu hækka. Læknin hevði sagt, at tølini burdu voksið skjótt, men har hendi stórt sæð einki. Tølini vuksu bara eitt sindur og ógvuliga seint. Eg skilti, at her ruggaði ikki heilt rætt, men valdi tó ikki at geva upp, men enn trúgva uppá tað besta,” sigur Eyðbjørn.
”Læknasamtalan, sannleikans tími, kom langt um leingi tríggjar til fýra vikur aftaná, og hevði eg bæði foreldrini við mær. Við tað sama sum eg trakkaði innar, sá eg á læknanum og sjúkrasystrini, at tey ikki høvdu nøkur góð boð at bera mær. Læknin var ógvuliga óróligur og visti ikki, hvar hann skuldi hyggja. Hann segði einki í eina góða løtu, ið føldist sum tímar. Til síðst fekk hann sagt nakað, ið óbeinleiðis sipaði til, at støðan hjá mær var ógvuliga, ógvuliga kritisk, og at tað sá sera vónleyst út. Fyrsta viðgerð hevði so at siga fulkomiliga kiksað. Tá knekkaði eg. Kundi tað veruliga passa, at mín tími longu var komin? Skuldi eg doyggja sum bert 21 ára gamal? Eg var fulkomiliga sundurknústur og frá mær sjálvum av sorg og fjáltri. Læknin segði, at har var sum so ein møguleiki, at eg fór at klára tað, men hann var at líkna við, at Føroyar vinna á Týsklandi í fótbólti. Ongantíð hevur ein dagur kenst so langur, tungur og drúgvur,” sigur Eyðbjørn rørdur á málinum, men skoytir tó uppí ”Tað, sum tó stendur mær klárast í minninum frá tí degnum, er, at pápi mín var vísur í, at eg nokk skuldi klára tað. Hann segði tað við meg við so stórari sannføring, at stríðsviljan so við og við birtist í mær aftur. Frá tí løtuni av avgjørdi eg, at eg ongantíð skuldi geva upp,” sigur Eyðbjørn.
Vón av nýggjum
”Dagin eftir tey tungu boðini fór eg á sjúkrahúsið aftur, har eg tosaði við ein annan av mínum læknum. Tað var ein tann besta samrøðan í mínum lívi. Hesin læknin greiddi frá støðuni á ein nógv positivari hátt. Hann segði, at av tí at eg var ungur og sterkur, so vóru møguleikarnir nógv bjartari hjá mær enn hjá teimum eldru fólkunum. Tá fekk eg vónina av nýggjum,” sigur Eyðbjørn.
”Tann seinna kemoviðgerðin mátti fyri alt í verðini ikki kiksa, og tað vórðu ikki tiknir nakrir kjansir. Eg fekk at vita, at læknin vildi blanda nakað krútsterkt kemo saman, og at eg nokk skuldi síggja fram til at blíva nokk so illa fyri. Síðani skuldi eg aftur bíða í tríggjar til fýra – langar - vikur. Kemoviðgerðin gekk tíbetur væl, so nú skuldi eg fáa merg. Eg bleiv settur á bíðilista og sá fram til at skula bæði hava stráling, kemoviðgerð og mergtransplantatión. Eftir eg hevði fingið stráling, fekk eg kemoviðgerðina, ið var blandað ultra sterkt, nógv sterkari enn vanliga – við tí endamáli, at mergurin skuldi setast úr funktión, soleiðis at ein nýggjur kundi trakka til. Hon tók likamliga hart uppá meg, og tey fáu hárini, eg hevði eftir, misti eg. Viðgerðin var so sterk, at um eg pissaði, og okkurt av pissinum rakti húðina, so etsaði tað húðina. Tí fekk eg eina salvu at smyrja á húðina, tá eg fór á wc. Kemoviðgerðin gekk tíbetur væl, og nú skuldi mergurin transplanterast. Beiggi mín uppfylti tíbetur krøvini sum donor, so eg fekk merg frá honum. Eg hevði alla tíðina góðar vónir, men eg hevði fingið at vita, at tað var ein ávísur møguleiki at doyggja undir mergtransplantaiónini, og hetta nívdi meg nógv. Men tíbetur gekk hon eisini væl, og skuldi eg nú í fyrstu atløgu bara bíða” sigur Eyðbjørn smílandi.
”Sjálvsagt merkti eg nógv hjáárin av øllum viðgerðunum. Okkurt av medicininum gjørdi, at eg fekk fyribils diabetes í einar tveir mánaðir, og lá eg eina ferð í eina viku við 41 gradum av fepri. Yvirhøvur var eg sera veikur og mátti ganga við masku millum fremmand fólk, tí mín nýggja immunverja skuldi byggja seg sterka. Tað kann samanberast við at verða føddur av nýggjum, har tú hevur eina veika verju eins og eitt smábarn. Hetta var tó ikki øðrvísi enn væntað, og føldi eg alla tíðina, at tað gekk framá,” sigur Eyðbjørn.
Til morgunmat við livandi deyðum
”Tað er einki at taka feil av, at deildin, har eg lá, var ógvuliga trist og tyngjandi. Nógv vóru uppgivin av læknunum og bíðaðu bara, til tey skuldu doyggja. Summar stovur vóru enntá so ræðuligar og daprar, at man næstan fyri ein og hvønn prís royndi at halda seg burtur frá teimum. Eg føldi meg nógv frískari enn hini, og royndi eg alla tíðina at hava ein so vanligan dagligdag, sum gjørligt. Eitt nú gekk eg altíð í mínum egnu klæðum. At síggja øll hesi deyðiliga sjúka koma hostandi til morgunmat í sínum hvítu sjúkraklæðum var ein ógvuliga vónleys og døpur sjón. Deyðin var eisini ein ógvuliga vanligur gestur á okkara deild, har hann vitjaði fleiri, sum eg hevði ligið á stovu saman við og hevði knýtt vinarbond við. Hóast hetta var ógvuliga trist, so fekk tað meg ongantíð at missa mótið,” sigur Eyðbjørn.
Beiggin eigur lívið
”Eg kann ikki koma uttanum lítlabeiggja mín, Bjarni. Hevði tað ikki verið fyri honum, so veit eg ikki, um eg hevði verið her í dag. Eitt er so víst, eg hevði ikki verið eins væl fyri, sum eg nú eri. Tað, sum hann gjørdi fyri meg, kann eg ongantíð koma at fulltakka honum fyri, tí tað var so stórt av honum. Transplantatiónin var jú heldur ikki heilt vandaleys fyri hansara viðkomandi, og ger tað hansara val enn størri og djarvari,” sigur ein takksamur Eyðbjørn.
Eyðbjørn dugir eisini at síggja tað skemtiliga í at hava fingið merg frá beiggja sínum.
”Eg havi í dag immunverjuna hjá beiggja mínum. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Bjarni ger eina brotsgerð og letur spor eftir seg, so kann eg væl verða dømdur fyri hana,” sigur Eyðbjørn skemtandi og skoytir uppí ”so eg royni alla tíðina at halda í oyrunum á honum”.
Gestirnir alt at siga
”Eingin trýr, hvussu nógv tað hevði at siga at fáa gestir í mínari støðu. Tað var sera hugaligt og lívgandi at vita, at fólk hugsaðu um seg, so man ikki var einsamallur í stríðnum. Eg fekk ótrúliga ofta vitjan, og fólk vóru sera røsk at ringja og skriva teldupost. Eitt var, at tey allarnærmastu høvdu samband við meg, men eisini fólk, ið eg helt meg bara líka kenna, settu seg í samband við meg. Tað var ótrúliga stuttligt. Fólk vóru eisini hugað at hjálpa mær á alskins hættir, har ein vinkona úr flokkinum í Hoydølum eitt nú sendi mær koralir, ið søgdust skula hjálpa móti nógvum, eitt nú krabba. Tílíkar gávur givnar av hjarta seta síni djúpu spor í minnið,” sigur ein glaður Eyðbjørn.
Vildi bara fáa stress
”Ongin trýr, hvussu nógv eg longdist eftir at koma út at arbeiða og fáa ein vanligan dagligdag aftur. Eg las og hoyrdi ofta um, at fólk vóru so stressað, tí tey høvdu so nógv um oyruni. Eg vildi bara verða ein av teimum,” sigur Eyðbjørn avgjørdur.
”Pengarnir høvdu einki at siga. Teir vóru einans eitt gott bonus. Eg ynskti at koma út at arbeiða fyri at kunna føla meg sum ein av teimum vanligu aftur. Tíbetur skaffaði ein góður vinmaður mær arbeiði sum timburmaður, sum eg var serstakliga glaður fyri,” sigur Eyðbjørn.
Maratonið sum staðfesti sigurin
”Hóast eg havi verið likamliga og ítróttarliga virkin so at siga alt mítt lív, hevur tað at renna maraton ongantíð ligið í mínum huga. Hundrað dagar eftir mergtransplantatiónina var mín verja nóg góð, at eg kundi umgangast onnur uttan masku, og føldi eg, at eg hevði tørv á at á onkran hátt at staðfesta, at eg var blivin frískur. Tá kom eg í tankar um, at tað vildi verið ótrúligt, um eg kundi runnið marathon, tí tað er eitt tað harðasta ítróttarbragdið, ein kann gjøgnumføra,” sigur Eyðbjørn.
”Eg byrjaði so at kanna, hvørjir møguleikar vóru til staðar. Mín dreymur var at renna New York Marathon, og gjørdi eg eisini so at siga alt, sum eg kundi fyri at koma hartil. Men bíðirøðin var alt ov lang, so tað bar ikki til. Hinvegin slapp eg at renna í Amsterdam, sum eisini var fínt. Hetta maratonið lá einans ellivu mánaðir eftir mína mergtransplantatión” sigur Eyðbjørn.
”Dagurin upprann, at eg skuldi renna mítt fyrsta og týdningarmiklasta maraton. Eg var í einum donskum ferðalagi, og var eg heilt ófatiliga spentur. Fleiri túsund fólk skuldu renna maraton, og var tað einki at taka feil av, at hetta var ein ótrúliga stór løta fyri øll, ið vóru til staðar. Ein minutt áðrenn hann skeyt í gongd, rann tað veruliga upp fyri mær, og hugsaði eg bara ”Ok Eyðbjørn, so er tað nú”. Og so skeyt hann, renningin var í gongd. Teir fyrstu 20-30 kilometrarnir gingu væl, tá man enn hevði nógvar kreftir eftir. Men tað síðsta strekkið, tað var hart, øgiliga hart. Tað varð bara longri og longri millum kilometrarnar, og tyktist teinurin ongan enda at fáa. Eg føldi eisini bara, hvussu beinini byrjaðu at orka minni og minni, men har einki, sum æt: Eg skuldi gjøgnumføra tað, og tað skuldi rennast allan vegin – hvørki ganga ella steðga. Langt um leingi rundaði eg teir 42 kilometrarnar, og málið var endiliga í eygsjón. At renna forbí málstrikuna var einki minni enn fantastiskt. Eitt var, at tað at renna maraton er stórt í sjálvum sær, men við hesum maratoninum kundi eg endiliga leggja sjúkuna afturum meg. Eitt nýtt lív var byrjað. Hetta var ein tann týdningarmiklasti sigurin í mínum lívi,” sigur ein glaður Eybjørn.
Læknarnir í Danmark vóru púra bilsnir av bragdinum hjá Eyðbirni. Ongantíð hava teir hoyrt um nakran í danska kongaríkinum, sum er komin so skjótt og væl fyri seg eftir eina so umfatandi og álvarsliga kreftsjúku. Teir hildu milt sagt, at tað var ótrúligt.
Tíðin hjá Eyðbirni var 3.44, sum er ein rættiliga skjót tíð fyri ein, ið rennur maraton fyri fyrstu ferð. Síðani hetta hevur Eyðbjørn runnið fýra onnur maraton: Eitt í Berlin og trý í Keypmannahavn, har hann rann seinast tann 23. mai 2010 í Keypmannahavn við tíðini 3.36.
Gev ongantíð upp!
Søgan um Eyðbjørn er mest ein søga um ein drong, ið valdi ongantíð at geva upp.
”Tað er bara ein orsøk, at eg velji at fara út við mínari søgu: at fortelja fólki í líknandi støðu sum eg, at tey ongantíð skulu geva upp, men altíð velja at trúgva uppá, at tað ber tað. Innstillingurin hevur alt at siga, tí um tú kastar handklæðið í ringin við tað sama, so verða úrslitini eisini hareftir. Hóast tað sær svart út, blív við! Um tú missir vónina, so hevur tú ikki nógv eftir,” sigur Eyðbjørn.
”Eg ynski eisini at minna fólk á at virðismeta tað, sum tey hava og ikki bara stara seg blind í alt tað, sum tey kanska ikki hava. Síggj ikki trupulleikar, men heldur avbjóðingar. Tey tingini, sum vit ofta taka sum eina sjálvfylgju, eru als ikki ein sjálvfylgja. Tíverri veit man ofta ikki, hvat man hevur, fyrr enn man hevur mist tað. Men tá er ofta for seint. Sannleikin í orðatakinum ”ongin veit av søtum at siga, fyrr enn hann av beiskum bítur”, er veruliga gingin upp fyri mær,” sigur Eyðbjørn at enda.