Farna kappingarár spældi miðverjin úr Nigera Christian Ibeagha við FC Suðuroy. Í dag spælir hann við Colorado Springs Switchbacks í USA.
Miðverjin, ið av fleiri varð mettur sum ein stinnur spælari eftir føroyskum mátistokki, fær nógv rós í lokala The Gazette blaðnum. Hann verður lýstur sum ein spælari, ið hoyrist um allan leikvøllin, tá hann skipar liðið frá miðverjuni.
Christian Ibeagha er upprunaliga úr Nigera, men flutti sum ungur til USA. Colorado Springs Switchbacks spæla í USL, sum svarar til triðju deild í USA.
Av øðrum kann nevnast, at Philip Lund, sum í seinnu hálvu í fjør spældi við B36, í dag spælir við Malaysiska felagnum DRB-Hicom F.C.
Nú bíða vit eftir, at Føroyar fær sín egna ”ferðamann” í fótbólti, tí tað tykist ikki sum at evnini á fótbóltsvøllinum er ein trupulleiki, tá aðrir spælarar úr føroysku kappingini klára seg.