FRÁ GAMLA BETESDA TIL NÝGGJA BETESDA

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
-----

Klokkan 19.49 sunnukvøldið 4. mars segði Eyðun Eltør seinasta AMEN í Gamla Betesda

Betesda var fullsett í orðsins sonnu merking sunnukvøldið 4. mars, tá seinasta møtið varð hildið. Longu klokkan 17.40 var fullur salur, og tað var neyðugt at seta inn eykastólar. Báðar gongirnar vóru fullar, fult var á loftinum og somuleiðis í kjallarinum, har stórskýggi var settur upp. John Færø leiddi kvøldið.

Tað vóru nógvar og ymiskar kenslur, sum runnu ígjøgnum sinnini í sunnukvøldið, tá vøkru tónarnir ljóðaðu frá Betesdakórinum og frá felagssanginum, sum aldri aftur skal ljóða í Gamla Betesda, sum hevur verið andaliga heimið hjá nógvum Klaksvíkingum heilt frá barnaárum av.

Fyrsta Betesda varð bygt í 1917 við Jens Klæmint Isaksen á odda. Í 1928 varð salurin bygdur á núverandi grundina, og fyrst í sekstiárunum varð salurin gjørdur munandi størri og hevur til dagin í dag verið ein føst og óbroytt býarmynd í Klaksvík.

Hendan myndin verður nú broytt. Seinastu árini hevur samkoman arbeitt við tankanum at byggja nýggjan sal, sum kann møta krøvunum, sum stillast til eitt alment møtistað í dagsins samfelag. Myndir vóru vístar av nýggja salinum, og tað má sigast, at talan verður um eitt bygningsverk, sum kemur at vera eitt satt prýði fyri høvuðsstað okkara í Norðoyggjum, og sum eisini kemur at vera eitt nógv betur amboð í andaliga verkinum hjá samkomuni í Betesda.

Nýggja Betesda verður óivað ein framúr góður konsertsalur í verðinsklassa.

Ein eldri Klaksvíkskona varð spurd herfyri, um hon var hørm um, at Betesda varð tikið niður og ein heilt nýggjur salur kom upp. Til hetta svaraði hon, at so leingi Guds orð verður talað í tí nýggja salinum, so var hon nøgd. Um hetta ynski hennara verður uppfyrlt, so er talan als ikki um nakra broyting uttan bert tað, at húsi verður skift út, og tað verða øll glað fyri, tá flutt verður inn í nýggja stásiliga Betesda.

Navnið Betesda kennir hvørt mannsbarn í Klaksvík, og navnið verður ikki broytt. Hetta staðfesti Eyðun Eltør óbeinleiðis, tá hann, sum tann seinasti talarin i Gamla Betesda, hevði nakrar hugleiðingar um bíbilska navnið Betesda.

Poul Færø og Heini Marknagil talaðu eisini hetta seinasta møti í Gamla Betesda. Sent var á netinum beinbleiðis frá møtinum, og fólk sótu í Danmark og aðrastaðni og fylgdu við, meðan seinasta møtið varð hildið – nógv er broytt síðani fyrsta møtið varð hildið í Betesda í 1917!