Fríggjakvøld við Hanusi

Seinasta eykakonsertin, har Hanus framførir nýggir sangir til yrkingar hjá Poul F., verður í Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 12. februar klokkan 20. Ætlanin var upprunaliga bara at hava ta einu konsertina í Sjónleikarahúsinum, men pláss er bara fyri 150 áskoðarum og ovurstórur áhugi er fyri at uppliva nýggju løgini hjá Klaksvíks-trubadurinum til yrkingarnar hjá sumbiarskaldinum, og tí verður enn ein eykakonsert fríggjakvøldið.

 

Tað eru næstan 22 ár síðani Hanus á fyrsta sinnið framførdi løg til yrkingar hjá Poul F. Tað hendi á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum tann 19. august í 1988. Konsertin varð tikin upp og bleiv til plátuútgávuna ?Gaman og álvara. Hanus syngur Poul F.? - ein tann best umtókta plátuútgávan í Føroyum nakrantíð.

 

Atgongumerkir til eykakonsertina, har Hanus framførir saman við Mikael Blak á bass og Magnus Johanessen á tangentum, kunnu keypast í handlinum hjá TUTL á Káta horninum í Havn.