Fríggjarin hevur eyguni við Kvívíkingi

8-mannafør Men tá ið tað mest galt um, kiksaði tað hjá Fríggjaranum, sum einki megnaði at gera við Kvívíking

8-mannafarið hjá kvívíkingum er stórfavorittur at vinna FM fyri sjeyndu ferð. Leygardagin vann Kvívíkingur fyri triðju ferð í ár, og hóast tað ikki er eingin kapping um fremsta plássið, so er í løtuni ilt at ímynda sær annan FM vinnara enn Kvívíking.
Á málinum var eingin ivi. Kvívíkingur var klárt fremstur – eina bátslongd frammanfyri kappingarneytarnar. Men leingi var tað rættuliga spenn­andi. Fríggjarin úr Miðvági var bragd­ligur í startinum, og hann var leingi á odda. Eina løtu tog­aðust teir báðir – Fríggjarin og Kví­víkingur – men enn eina ferð var Kvívíkingur drúgv­astur.
Tá ið teir næstu fóru um málið, var tað rættuliga tætt. Frá Fríggjaranum, sum var numm­ar tvey, og aftur til Árn­firð­ing, sum var nummar fýra, var bara ein stórur skutur.
Hóast teir ikki vunnu hesa ferð, so eiga miðvingar fram­vegis bestu vinnaratíðina á Eystanstevnu. Tað var í 1982, at Miðvingur vann í tíðini 6.40.49. Tíðin hjá Kvívíkingi hesa ferð var 0.12.12 lakari enn tann hjá miðvingum fyri 28 árum síð­ani. Hetta var næstbesta vinn­ara­tíðin nakrantíð á Eystan­stevnu.

1 Kvívíkingur 06:53.00
2 Fríggjarin 06:56.07
3 Argjabáturin 06:56.18
4 Árnfirðingur 06:57.16
5 Ørvur 07:10.24
6 Knørrur 07:14.15

Støðan
1 Kvívíkingur 21
2 Argjabáturin 17
3 Fríggjarin 15
4 Árnfirðingur 13
5 Ørvur 8
6 Knørrur 7