Frá høvdinum skalt tú hvalin skera

Í lívinum eru sum oftast fleiri møguleikar enn ein ella tveir. Tú finnur kanska ikki tann rætta, fyrr enn tann sjeyndi ella tíggjundi kemur undan kavi. Men so eru tað tíðir, tá ið tú má velja. Sum danskir politikarar søgdu við okkum, tá kreppan kom: »Nej, nu er sandhedens time kommet for færingerne«. Greið tala. Føroyingarnir, og bara teir høvdu skyld í kreppuni, so teir máttu klára tað sjálvir. (hóast kreppan gjørdi vart við seg víða hvar, eisini í Danmark: Bornholm, Himmerland og Varde Bank). Tosað var um »skyld«, so tú kom at hugsa um bíbilska synd. Og føroyingar brúktu orð sum skomm í heilum. Kappaðust um at bekenna sínar syndir. Nei, so ser menniskjaliga eru vit ikki. Tað var sjálvandi flísin hjá hinum.

Og føroyingar í hópatali trúðu fyri bara gott fýra árum síðani, at fingu vit tann rætta flokkin valdan, sum kundi fara til Danmarkar og har bekenna okkara syndir, fingu vit 3 milliardir eftirgivnar. Teir bekentu og ákallaðu ríkisfelagsskapin, men alt til onga nyttu.

Nú skulu ikki øll nítiárini reksast upp, vit kenna tað alt ov væl og eitt fleirtal hevur tikið við læru. Tað hjálpir ikki at dúva uppá onnur. Beinleiðis lívshættisligt.

Sum eg síggi tað, trokar eitt nýtt ættarlið seg fram, tað er kanska tað mest gleðiliga av øllum. Eitt ættarlið sum er vaknað og vil fara til verka. (sjálvandi eru tey, sum tey undanfarnu, Adams børn fyri tað). Tey hava sæð skriftina á vegginum. Um føroyskt mál og mentan skal enda við teirra ættarliði, um vit skulu vera føroyingar ella eitt slag av bornholmarum.

Liva av náðins breyði ella ei.

Danskir serfrøðingar siga, at bara 20.000 til 25.000 menniskju kunnu liva her. Yvirskotsføroyingunum taka teir gleðiliga ímóti. Nú er tað opinberað fyri fleiri, at hesir syndugu, ódugiligu føroyingarnir eru væl brúkbarir á øllum økjum, bara teir ikki starvast í Føroy-um. Umhugsunarvert. Knappliga er Danmark í kapping við fleiri onnur lond um at fáa fatur í hesi arbeiðsmegi.

Skjøtil er settur á. »Frá høvdinum skal tú hvalin skera«. Alt annað er skeivt. Vit mugu fáa ruddað eitt støði at standa á og byggja okkara framtíð. »Við teimum evnum, sum skaparin gav«.

Ja, men klára vit okkum, verður spurt. Soleiðis var eisini spurt í áttatiárunum. Tá trúði ein meiriluti av fólkinum á, at um tað ikki gekk, so tók Den Danske Bank um endan fyri Føroya Banka (tá eitt falskt navn) og danska ríkið fyri allar Føroyar.

At viðurskiftini millum Danmark og Føroyar mugu gerast upp, skilir eitt stórt fleirtal av føroyingum, eisini sambandsflokkurin.

Men so kemur tann stóri trumfurin. Blokkstuðulin. Hvussu við honum. Hvussu klára vit okkum uttan hann. Aftur fyri at vit fáa blokkstuðulin, mugu vit lata okkum alt lynda, finna okkum í øllum. Teoretisk svør kunnu gevast til tílíkar spurningar. Men her velst eins nógv um trúgv og vilja. (Annars alt gott um búskaparfrøðingar, men teir eru so ymsir til vitan og dugna sum í øllum øðrum yrkjum, og ikki minst hava teir eina persónliga »trúgv« meira ella minni). Soleiðis var eisini, tá Kgh. Handilin varð avtikin.

Hvør kundi tá staðið við roknistykkinum í hondini, um hvat fór at henda. Tað vóru sanniliga teir, sum sóðu deyðan í durinum.

Lat okkum ímynda okkum ein frøðing, ella hvatn hann so ger, sum fegnast uppi yvir sínum húsum, bili, uttanlandsferðum, nøkrum oyrum í bankanum osfr. Hann vil ræðast allar broytingar, men sjálvandi sigur hann tað ikki. Hann sigur, at hann hugsar um tey veiku í samfelagnum, knappliga verður gjørt vart við, at tað er synd í teimum.

Í staðin fyri trúðarjáttanin: Vit klára okkum ikki. Skulu vit brúka orku at finna svør til, hvussu vit skulu klára okkum. Her sum alla aðrastaðni í lívinum er tað altavgerandi um vilja. Vilja vit klára okkum, so klára vit okkum. Hví skuldu vit eins og onnur ikki klára okkum.

Hvussu víkur og vendir, og hvat vit velja, mugu vit skilja, at vit mugu klára okkum sjálv, minst av øllum er blokkurin nøkur trygd. Hvat skulu vit lata afturfyri. Nú NATO støðin í Mjørkadali ikki er at gjalda við.

Kemur olja, skulu vit gjalda beinleiðis til danir.

Óbeinleiðis skulu teir kanska fáa allan framíhjárættin. Tað manglaði bara. »Hugsa um blokkin. Alt teir geva okkum«. »Tað er tað minsta, at donsk feløg sleppa framat«. Og norðmenn teir eru ræðuligir«.

Hvør torir at garantera okkum blokkin til ævigar tíðir. (Skammist at skriva tað, so fjákut ljóðar tað). Hvør torir at líta á tílík lyfti.

Kann nakar prógva, at vit ikki um fá ár koma í somu støðu, sum »Føroya Lærarafelag« var í, tá teir goldu pengar aftur fyri at sleppa at vera »kreds 118«.

Ella dømi um sjóverjutyrluna. Hví hava teir havt hana í øll hesi árini, og hvussu kunnu teir nú vera hana fyri uttan. Teir tíma ikki so frægt sum at koma við einari trúligari lygn.

Den Danske Bank hevði Føroya Banka undir sínum veingjabreiði, júst so leingi tað loysti seg.

Um tað mundið tá kreppan var nýkomin, var Atli P. Dam og tosaði á Lærda Háskúlanum í Odense, tá varð tikið upp eftir hann, at hann hevði málborið seg nakað soleiðis: Halda danir áfram at tosa um, hvat ríkisfelagsskapurin kostar, er hann um fá ár horvin. Er tað burturvið at tulka hesa útsøgn sum at eisini Atli heldur, at vit kunnu bera so í bandi, at blokkurin er óneyðugur.

Kunnu vit ikki bíða við at gera nakað? Spyrja nøkur. Hví skulu vit bíða má svarast aftur. »Til vit eru komin úr kreppuni«. »Tá vit eru blivin rík«. »Tá skal eisini eg verða við«. »Og tá ið tú kann prógva fyri mær 100%, at okkum ikki tørvar blokkin«. Ævigan tryggleika her á fold, vilja hesi fólk hava, og helst liva ævigt. Men tað kann einki samfelag ella samfelagsskipan, heldur ikki tann danska geva teimum. Hin klassiska spurningin kanst tú eisini seta fram fyri tey: Nær er nokk, nokk? Ongantíð! Konan í mógrøvini bleiv bæði keisari og pávi og endaði aftur í somu grøv. Nú kundi hon so aftur biðja mannin fara á seiðaberg.

Um vit minna okkum á árstølini. 1856, einahandilin avtikin, 1888, jólafundurin, ella 1903, tá ið Jóanes Patursson skrivaði »Færøsk Politik« og so 1946-1948.

Jú, samfelagið hevur ment seg, og sjálvbjargnisviljin somuleiðis.

Og nú eru vit komin fram við 1992 og støðga á við 1998.

Hesi bæði árstølini verða eisini standandi í okkara søgu.


Steinbjørn B. Jacobsen

4.10.98