Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur júst kunngjørt teir 23 leikararnar, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður spældur á Tórsvølli 6. september. Púra óvæntað er fyrrverandi føroyski landsliðsliðskiparin, sum upprunaliga steðgaði á landsliðnum í fjør, Fróði Benjaminsen, við í hópinum hjá Føroyum.
Av nýggjum leikarum er málverjin hjá KÍ, Kristian Joensen, eisini blivin úttikin til hópin. Hann hevur vunnið landsliðsplássið fram um Tórð Thomsen hjá B36, ið hevur verið nógv skaðadarvaður í hesum kappingarárinum.
Hini nøvnini eru nøvn, sum áður hava verið at sæð í landsliðshópinum.
Landsliðshópurin til dystin ímóti Ungarn er hesin:
Málmenn:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, FK Vidar (Norra)
Jóhan Troest Davidsen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (Ísland)
Gilli Rólantsson, AaB (Danmark)
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (Danmark)
Miðvallarar:
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Randers FC (Danmark)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
René Shaki Joensen, Vendsyssel FF (Danmark)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Framherjar:
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, OB (Danmark)