Fróði Benjaminsen og Zlatan møtast aftur

Tað byrjar at síggjast aftur í teimum svensku miðlunum, at teirra fótbóltshetjur skulu spæla HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á útivølli fríggjadagin.

 

Svenska ríkissjónvarpið, millum manna í Svøríki nevnt SvT hevur eina sera forkunnuga grein á sínari heimasíðu.

 

Har verður nomið við, at Svøríki ongantíð hevur vunnið á Føroyum, og Svøríki hevur heldur ikki skorað ímóti Føroyum. Tí einasti dysturin millum Svøríki og Føroyar í innandura fótbóltshøllini í Växjö 31. januar í 2001 endaði við javnleiki 0-0. Greinin hevur eisini eina stuttliga mynd av Zlatan Ibrahimovic og Jóhannus Joensen, sum var ein av okkara sterkastu verjuleikarum báðumegin aldarskiftið.

 

Greinin samanber eisini yrkisleiðirnar hjá Zlatan og Fróða Benjaminsen. Báðir spældu við í tí seinasta dystinum millum Svøríki og Føroyar í 2001, og báðir eru liðskiparar hjá sínum landsliðum í dag. Men har endar samanberingin. SvT skrivar, at um Zlatan skuldi bygt sær eitt summarhús í Føroyum, so er ikki óhugsandi, at hann hevði sent boð eftir Fróða Benjaminsen, sum er snikkari.

 

Fróði viðgongur eisini yvirfyri SvT, at tað kann tíðum verða hart at møta til venjing, tá ein hevur eitt likamliga strævið arbeiðið.

 

Fróði sigur eisini við SvT, at skal Føroyar fáa eitt gott úrslit fríggjadagin, so mugu teir spæla upp til sítt allarbesta, meðan Svøríki má hava ein ringan dag.

 

Frálíka greinin hjá SvT kann lesast á hesari slóðini: www.svt.se/sport/fotboll/sverige-har-aldrig-vunnit-mot-faroarna