Fróði byrjar inni

Nógv bendir á, at Fróði Benjaminsen byrjar inni móti Ungarn

Landsliðið venur í hesum døgum á Tórsvølli, sum upptakt til landsdystin móti Ungarn týskvøldið. Talan er um fyrsta dystin í nýggju undankappingini til HM endaspælið í Russlandi í 2018.

 

Meðan kappingin er nýggja, so líkist føroyska landsliðið nógv sær sjálvum. Fróði Benjaminsen er aftur og út frá venjingunum, so er líkt til at 38 ára gamli toftamaðurin verður við frá byrjan.

 

Lars Olsen vil ikki siga hvørjir byrja inni, men venjingarnar geva ábendingar um, at Fróði Benjaminsen verður har hann slepti seinast – á verjukenda miðvøllinum. Eisini er líkt til at Bárður Hansen vinnur dystin um plássið á høgra bakki.

 

Størsta ivamálið er á vengrunum. Sølvi Vatnhamar hevur ikki vant enn, eftir at hann fekk eitt trælær í steypafinaluni. Upplagdi avloysarin hevði verið Gilli R. Sørensen, men hann hevur givið avboð.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu spælir á øðrum vonginum, so er bara spurningurin um tað verður Sølvi Vatnhamar, ella onkur annar, sum spælir á hinum vonginum.

 

Vit gita:

Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson