Fríði spæla í Baren í TV3

25 ára gamli Fríði Øster skal tann 9. apríl, saman við bólkinum hjá sær, Robbie Williams Jam, spæla á Baren í Christianshavn í Keypmannahavn

Tónleikur: Reality-sendingarnar vinda uppá seg, og føroyingar gera vart við seg nærum allastaðni. Fyri stuttum sóu vit Róin Siggertson royna seg sum sangara í sendingini Rockidoler á TV3. Onkur føroyingur hevur eisini roynt seg í Robinson Ekspeditionen, sum TV3 eisini stendur aftanfyri, og í løtuni sendir TV3 sendingina Baren 2002. Ongin føroyingur er við, men føroyingar fáa teirra part við hóast alt. Týskvøldið 9. apríl skal Fríði Øster saman við bólkinum hjá sær nevniliga spæla í Baren á Christianshavn í Keypmannahavn.
? Hetta er ein rættiliga nýggjur bólkur, sum eitur Robbie Williams Jam, greiðir 25 ára gamli Fríði Øster, sum sjálvur spælir trummur, frá.
? Vit vórðu stovnaðir beint eftir nýggjár í ár, og vit spæla bara cover-løg hjá Robbie Williams. Hinir í bólkinum eru danskarar, sum koma frá ávíkavist Odense og Fredricia.
Fríði sigur, at bólkurin er stovnaður bara fyri at hava tað stuttligt og fyri at fáa eitt sindur av peningi burturúr.
? Tá tú bara spælir cover-løg, so er ringt at hava nakað hægri mál fyri eyga, men vit bara hugna okkum og hava tað stuttligt.
Trummuspælarin hevur búð í Danmark í 6 ár. Í løtuni er hann í holt við at nema sær læraraútbúgving á Musikkonservatoriinum í Odense.
Fríði og Robbie Williams Jam verða at hoyra í Baren týskvøldið 9. apríl. Síðani fáa vit at síggja, hvussu nógv kemur við í sjónvarpið, men tað verður so ikki fyrr enn mikukvøldið 10. apríl.