Fríðka spælipláss í Vági

Leygardagin ætla sjálvboðin at fríðka spæliplássið í Lágabø

Leygarmorgunin klokkan 10 fara sjálvboðin undir at fríðka spælplássið í Lágabø í Vági. Stigtakararnir vóna, at so nógv sum møguligt taka undir við tiltakinum og geva eina hjálpandi hond. Ætlanin er, at spæliplássið aftur skal koma til heiður og æru, eftir at tað ongan góðan hevur havt eina tíð.