Fríkendur fyri drápsroynd

Ìstaðin skal ein maður sita í fongsli í tvey ár og tríggjar mánaðir fyri at hava roynt at framt harðskap av serliga ráum og grovum slagi

Ein maður er fyri løtu síðani fríkendur í Føroya Rætti fyri drápsroynd.

Ístaðin skal hann í fongsul í tvey ár og tríggjar mánaðir fyri at hava roynt at framt harðskap av serliga ráum og grovum slagi.

Maðurin hevur verið í einum nevningatingi alla vikuna, har hann í høvuðsheitum varð ákærdur fyri drápsroynd og fyri at hava roynt at seta eld eini hús við tí endamáli at brenna tey í grund og í hesum sambandi skal hann hava sett fólkini, sum inni vóru í álvarsligan vanda.

Tað hendi eina náttina síðsta summar, tá ið maðurin breyt seg inn í eini sethús við eini øks, einum dunki við bensini í og einum reipi.

Fútin sigur, at ætlanin var at seta eld á ein mann, at seta øksina í høvdið á honum og at brenna húsini niður.

Men tað noktar maðurin fyri, tí hann sigur, at ætlanin var bara at ræða mannin.

Klokkan gott 10 í morgun fóru teir 12 nevningarnir so undir at viðgera spurningin um hann var sekur ella ikki.

Tilsamans høvdu nevningarnar 22 spurningar at taka støðu til og tað kravdi sítt, tí tað tók teimum yvir seks tímar at koma til eitt úrslit.

Og úrslitið varð, at maðurin varð fríkendur fyri drápsroynd.

Hann var eisini fríkendur fyri at hava viljað brúkt øks til at meiðsla mannin við, Hinvegin var hann dømdur fyri at hava roynt at framt harðskap av serliga ráum og grovum slagi, tí hann varð kendur sekur í at hava roynt at seta eld á mannin.

Hann varð eisini kendur sekur í at hava roynt at seta eld á sethúsini, hann breyt inn í og í hesum sambandi, hevði hann sett lívið á manninum í álvarsligan vanda.

Afturat øllum hesum varð hann eisini dømdur fyri at hava koyrt skít við ongum koyrikortið í einum bili, hann hevði stolið og fyri at hava rent á tveir aðrar bilar.

Og fyri at fáa alt við, varð hann eisini dømdur fyri at hava stolið ein kassa við 17 ølum í, tvær tvingur, 18 dunkar av sjampoo, tveir dunkar av sápu og fyri einar 3000 krónur av mati úr eini frystiboks heima hjá nøkrum fólkum.

Hann hevði eisini ein treytaðan dóm upp á 50 dagar í fongsul hangandi yvir høvdinum.

Og tá ið alt so varð talt saman, varð hann dømdur at sita í tvey og tríggjar mánaðir og hann sleppur ikki at taka koyrikortið tey næstu fimm árini.

Hann gjørdi av at taka við dóminum og rætturin gjørdi eisini av, at hann skal beinleiðis í fongsul at sita revsingina av sær