Frálíkt avrik Føroyar

Víst taptu vit. Víst kundi sigurin verið størri. Víst var Týskland klassar omanfyri okkara leikarar. Men líka víst er tað, at okkara knassar gjørdu akkurát tað, vit hava eftirlýst so leingi. Á sama hátt er tað at fegnast um, at fjøldin fylti hvørt einasta setur kring vøllin. Týskvøldið á Tórsvølli var júst tað, føroyskum landsliðsfótbólti tørvaði

Teir hava vitjað her fyrr, týska fótbóltslandsliðið. Tað sama hava aðrar ómetaliga nógvar sterkar fótbóltstjóðir. Frankaríki og Italia teljast millum tær sterkastu, men vit hava eisini dystast við eitt nú Holland og Portugal í venjingardystum.
Øll hesi lið telja heimsstjørnur, sum eru við at mynda fremstu liðini í sterkastu deildunum kring Evropa. Hesir menn hava spælt við Manchester United, Chelsea, Manchester City, Liverpool, Real Madrid, Barcelona, Juventus, AC Milan, Inter Milan, Bayern München, Dortmund, Porto, Benfica, Ajax, Paris Saint Germain, Monaco, Lyon og vit kundu hildið áfram.
Hesir leikararnir hava vunnið Premier League, La Liga, Le Championnat, Bundesliguna, Seria A, Champions League, FA Cup, UEFA Cup og so framvegis.
Hetta sigur so mikið sum, at hesi liðini hava verið í serflokki, og hava talt nakrar av heimsins bestu leikarum.
Men hóast hetta, so er týska fótbóltslandsliðið, sum vitjaði á Tórsvølli sunnukvøldið, ivaleyst tað sterkasta fótbóltsliðið, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum. Og her kunnu vit eisini telja Premier League-feløgini Manchester City og Fulham uppí, sum hava spælt í móti ávíkavist EB/Streymi og NSÍ.
Tað sigur ikki lítið um styrkina hjá týska fótbóltslandsliðnum anno 2013.

Nakrir minuttir í Premier League
Til samanberingar er vert at draga fram, at størsta persónliga avrikið, sum nakar føroyskur fótbóltsspælari hevur framt, er landsliðsmálverji okkara Gunnar Nielsen, sum hevur strítt seg framat heimsins bestu fótbóltsdeild, har hann fekk eitt korter á vøllinum við Manchester City, tá Shay Given noyddist at fara av vøllinum í Premier League-dysti móti Arsenal. Hetta var tann 24. apríl í 2010.
Av øðrum avrikum, sum føroyskir fótbóltsleikarar hava avrikað og sum eru minnilig, kunnu meistaraheitini nevnast, sum Todi Jónsson vann við FCK, og meistaraheitið, sum Jákup Mikkelsen var við at vinna við Herfølge.

Gloyma munin
Hetta eiga vit at hava í huganum, hvørja ferð okkara landslið fer í eldin. Við hesum er ikki sagt, at vit skulu leggja okkum skerflatar fyri allari mótstøðu. Tað er tíbetur enn ikki komið fyri. Vit kunnu øll vera samd um,at vit helst høvdu vónað eitt frægari úrslit – ella um ikki annað frægari avrik – frá okkara monnum, tá teir dystaðust so langt eystri í Evropa, sum vit yvirhøvur kunnu fríggjadagin fyri viku síðani.
Tað eru eisini onnur dømi um hetta sama, men enn hava vit aldrin sæð okkara menn givið skarvin yvir. Vit síggja ferð eftir ferð, at okkara menn stríðast tað, teir eru mentir. Og viðhvørt hendir tað, sum vit øll bíða eftir, tá vit kappast undir slíkum umstøðum, sum vit nú einaferð gera, har tað kann teljast á einari hond, hvussu ofta vit hava havt favorittleiklutin, tá farið verður á vøllin, at okkara menn spæla yvir evni. Har okkara menn leita fram megi, sum teir ikki vita, at teir hava. Har menn stríðast saman og fyri hvørjum øðrum. Har vit fáa deyðbóltar í avgerandi støðum, og tað eydnast okkum at umseta hetta skilagott. Og har teir útjabbaðu – og útskeldaðu – marginalarnir eru á okkara síðu. Alt skal ganga upp í eina hægri eind. Tað hendir viðhvørt.
Hendir tað ikki, so verða okkara menn revsaðir beinanvegin. Hetta bæði á og uttan fyri vøllin, tí tá tú kappast móti landsins bestu leikarum úr Svøríki, Kasakstan, Eysturríki, Írlandi ella Týsklandi, so verður tú revsaður beinanvegin, um tú bara setir fótin eitt lítið sindur skeivt. Korthúsið skramblar saman, um ein ella tveir leikarar ikki spæla upp til sítt allar besta, ella helst eitt sindur betri enn tað.
Og uttanfyri vøllin er tað eingin, sum tekur synd í landsliðsleikarunum, tí eftir eitt tap eru bæði fjølmiðlar og fjepparar altíð klárir at fortelja, hvussu støðan skuldi verið takklað.

Marginalar á muni
Týskvøldið á Tórsvølli var eitt av teimum kvøldunum, tá alt – næstan – gekk upp í eina hægri eind. Alt uttan marginalarnir. Vit fingu ongantíð eina deyðbóltsstøðu, har Súni hevði møguleika at senda kúluna í kassan, ella leggja hann til rættis fyri onkran annan.
Tá Fróði kom at standa væl fyri tíðliga í dystinum, støkk bólturin upp í skortin á toftamanninum og sendi vælvaksna liðformannin í svørðin at liggja, heldur enn at broyta kós móti málinum og órógva Neuer.
Hetta hendi, tá bara tveir minuttir vóru spældir, og vit kunnu bara gita um, hvat hevði hent, um Føroyar koma á odda tá. Men marginalarnir vóru ikki við okkum. Heldur ikki móti dystarenda, tá Thomas Müller vann Týsklandi eitt brotsspark og fekk Atla Gregersen útvístan.
Í allar aðrar mátar kundu vit valla ynskt eitt betri avrik frá okkara monnum. Tí vit fingu eitt megnar avrik. Eingin spardi seg og eingin bakkaði fyri týska trýstinum. Uppgávan var vónleys, men innsatsurin var fyrimyndarligur.
Tórsvøllur var fullur og fólk fingu valuta fyri tær 100 krónurnr, tað kostaði at síggja dystin. Hattin av fyri Fótbóltssambandi Føroya fyri hesum prísinum, tí tað er stuttligt, at øll kunnu fara at hyggja eftir landsliðsfótbólti. At tað bara kostaði 20 krónur meira at síggja Klose, Özil, Neuer, Draxler, Gomes og Reus, sum tað ger at síggja AB dystast við 07 Vestur.

Óhugsandi og tó
Onkur lýtir eru tó. Tí sjálvandi skal størsti maðurin á liðnum, Per Mertesacker við sínum 198 sentimetrum, ikki sleppa at standa ódekkaður inni í brotsteiginum í samband við deyðbóltsstøður. Hinvegin hevur maðurin spælt 93 dystir og einans gjørt trý mál tilsamans, so maðurin er ikki tann mest vandamikli av slagnum.
Feilir sum hesir verða tó uppvigaðir av øðrum støðum, sum vit hvørki kunnu krevja ella vænta av okkara monnum. Men hetta eru støður, sum gera tað stuttligt at hyggja eftir føroyska fótbóltslandsliðnum.
Sum til dømis, at Jóan Símun Edmundsson vinnur fleiri luftdystir við Mertesacker og Boateng. At Súni Olsen hevur eitt YouTube-moment á miðvøllinum í miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Christian Lamhauge Holst ger eina tunnel á Khedira og at Viljormur Davidsen gav Özil eitt púra reelt síðuskump, sum sendi 400-milliónir mannin um koll í brotsteiginum.
Og so tað mest óhugsandi av øllum, at Atli Gregersen megnaði at renna Thomas Müller aftur! Undan dystinum góvu veddingarfyritøkur sum Sportbet og 5Dimes methøg odds á 201 upp á ein føroyskan sigur. Nú bar tað ikki til at vedda upp á hvør fór at vinna eina kapprenningina millum Atla Gregersen og Thomas Müller, men tað eru altso størri sannlíkindi fyri, at Føroyar fóru at vinna á Týsklandi, enn at vælvaksni víkingurin fór at renna týsku torpedoina aftur.

Unga ættarliðið
Somuleiðis er hugaligt at staðfesta, at alsamt yngri leikarar vinna sær pláss á liðnum. Rógvi Baldvinsson er 23 ár, Pól Jóhannus Justinussen er 24 ár, Viljormur Davidsen er 22 ár og Jóan Símun Edmundsson er 22 ár. Hesir byrjaðu allir inni í móti Týsklandi. Hallur Hansson, Páll Klettskarð og Christian Restorff Mouritsen vórðu allir skiftir inn, og eru ávíkavist 21, 23 og 25 ár.
Hyggja vit nærri at hópinum, so kunnu vit staðfesta, at tilsamans níggju leikarar eru føddir í nítiárinum.
- Hesir menninir gera tað rættiliga gott. Tað er positivt, at fleiri teirra spæla uttanlands, tí tað er tann vegin, vit eiga at fara. Framtíðin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum er bjørt. Og ungu leikararnir eru eisini nógv betri bóltspælarar enn vit, staðfesti Fróði Benjaminsen eftir dystin.
Til samanberingar kann nevnast, at í týska hópinum vóru tað einans Toni Kroos, Julian Draxler og André Schürrle, sum eru føddir í nítiárunum. Harvið er ikki sagt, at føroyska fótbóltslandsliðið verður betri enn tað týska um nøkur ár, men alt bendir á, at føroyska fótbóltslandsliðið verður betri um nøkur ár. Og tað gleða vit okkum til.

rolant@sosialurin.fo